Eftir at hava fyrireikað seg í eina tíð er hann nú komin so mikið langt við fyrireikingum sínum, at hann komandi leygardag fer at hava almenna móttøku í Runavík.
Henda móttøkan verður leygardagin frá kl. 12 til 15. Í sambandi við upplatingina verður eisini ein listaframsýning við verkum eftir Magna Mikkelsen av Toftum.
Samstundis við at nýggi leiðarin hevur tikið yvir, hevur ein samstundis avgjørt at dagføra navnið eitt sindur. Hereftir verður navnið "Hotel Runavík ? Sjómansheimið".