Í morgin letur Hotel Runavík uppaftur, eftir
at hava verið síðani á nýggjárinum. - Vit hava góðar vónir, sigur Jaspur Langgaard, stjóri Møguleikar verða nú at gista aftur á Hotel Runavík - tað sum áður kallaðist Runavíkar Sjómansheim.
Jaspur Langgaard sigur, at hann longu hevur fingið tveir bólkar inn á hotellið. Og nú er ætlanin at fáa enn fleiri slíkar bólkar inn framyvir.
Annars verður møguleiki hja fólki at gista og fáa morgunmat, men í aðrar mátar verður húsið leigað út til skeið, fundir og onnur tiltøk.
Hotel Runavík er einasta av slíkum slagi ?i miles omkreds?, men Jaspur er tó fult greiður um, at hetta fyrsta árið verður tungt hjá honum.
- Hetta havi eg fyrireikað meg uppá, og tí vóni eg bara at tað fer at ganga væl, sigur ein spentur Jaspur Langgaard.