Hotel Skálavík letur aftur

Tað er nú greitt, at Hotel Skálavík letur aftur fyri almenninginum frá mánadegnum hin 9. desember í ár at rokna.

 

 

Hotel Skálavík hevur verið ein susses í Sandoynni, síðan Smyril Line yvirtók raksturin av hotellinum hin 23. mars í 2015, men nú er ivasamt, um hotellið verður opið leingi aftrat við Smyril Line við róðrið.

Fólk, sum eru í føstum starvi á Hotel Skálavík, hava fingið at vita, at hotellið letur aftur fyri almenninginum frá mánadegnum hin 9. desember í ár at rokna. Starvsfólkini hava fingið bjóðað arbeiði á Hotel Hafnia, umborð á Norrønu - ella á Hotel Brandan hjá Smyril Line, sum verður liðugt hin 1. mai næsta ár.

Hóast Hotel Skálavík letur aftur fyri almenninginum frá 9. desember at rokna, er ætlanin tó at avgreiða teir jólafrokostar, sum skulu verða á hotellinum til jólar.

Hotel Skálavík hevur, síðan Smyril Line yvirtók raksturin, bjóðað bæði gisting og matstovu, og her hava verið framúrskarandi umstøður og karmar at hýsa familjum, pørum og einstaklingum.

Hesi árini hevur hotellið eisini verið karmur um bæði starvsfólkadagar, skeiðsdagar, veitslur, legur og ymiskt annað, og tað eru serliga føroyingar, sum hava keypt sær tænastur á hotellinum.

Tað vóru upprunaliga eigararnir av Grunninum Immanuel, sum eigur Deplinum í Skálavík, ið settu seg í samband við Smyril Line um møguleikan at fáa Smyril Line at reka hotellið.

##med2##

Pætur Trónd Thomsen, hotelstjóri hjá Smyril Line, váttar, at avgerðin er tikin um at lata hotellið aftur fyri almenninginum. - Vit hava ein leigusáttmála við Grunnin Immanuel fram til hin 31. mars næsta ár, og fram til ta tíð kann hotellið leigast til ymisk endamál, sigur hann.

Hotelstjórin vísir á, at tey hava verið ógvuliga fegin um at hava verið ein aktivur viðleikari í Sandoynni hesi árini, tí bæði bygdin Skálavík og Sandoyggin í síni heild eru fantastisk, sum hann tekur til.

Pætur Trónd Thomsen hevur í løtuni ikki hug at útgreina, hvør orsøkin er til, at Smyril Line hevur gjørt av at gevast við hotelvirkseminum í Sandoynni.

Hotel Skálavík er lutfalsliga nýtt. Hotellið hevur 25 kømur, umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli og allar hentleikar til ráðstevnur. Her eru eisini tvey stór høli, sum kunnu leggjast saman og sum tá kunnu rúma upp til 500 fólkum.