Edmund Kjærbech hevur verið stjóri á Hotel Tvøroyri seinastu tólv árini. Tað er hann ikki longur, og nýggi stjórin eitur Anna Maria Larsen.
Men nú er Hotel Tvøroyri stongt. Nýggi stjórin sigur, at eigaraskifti hevur verið, og at hotellið er stongt, tí onkrar smávegis broytingar á hotellinum skulu gerast. Tey ætla at opna aftur skjótast gjørligt, sigur Anna Maria Larsen, uttan at koma nærri inn á nær tað verður.
Fyrrverandi stjórin á Hotel Tvøroyri, Edmund Kjærbech, váttar fyri Sosialinum, at hann er givin við øllum virkseminum á hotellinum.
- Eigaraskifti var, og eg varð koyrdur frá sum stjóri. Tí havi eg valt at gevast við øllum virkseminum á hotellinum, er stutta viðmerkingin frá Edmund Kjærbech til málið.