Hotel Vágar spennir seg út

Leiðslan á Hotel Vágum hevur stórar framtíðarætlanir. Bæði í næstu framtíð og eisini longri fram. Útbygging er á skránni

Tey arbeiða við fleiri ætlanum í senn á Hotel Vágum. Bæði útbygging av sjálvum hotellinum. Umbygging av plastvirkinum niðan fyri hotellið. Og sjálvandi skránni fyri komandi vetur.
Arbeitt verður við útbyggingarætlanum á Hotel Vágum, upplýsir Kári Hentze, leiðari á hotellinum.
Hann sigur, at søkt er um at sleppa at byggja upp í hotellið niðan móti vegnum. Biðið varð um loyvi at byggja tvær hæddir. Men tað endar nokk við einari, sigur hann. Talan verður um vanlig hotelrúm.
Síðan er ætlnain at broyta nakað í niðaru hædd á verandi bygningi. Tað er so, sigur Kári Hentze, at veitsluhølini eru í trengra lagi, og ætlanin er at víðka tey í niðaru hæddi. Tað ger so aftur, at tey gistinarrúmini, sum har eru, mugu burtur. Tey fáast so aftur við at byggja upp í hotellið niðaneftir, sigur hann.
Tosað hevur fyrr verið um at innrætta plastvirkið niðan fyri hotellið til hotelrúm, skeiðshøli og ráðstevnuhøli.
Seinnu tíðina hevur ikki so nógv verið at hoyrt um tær ætlaninar. Men Kári Hentze sigur, at arbeitt verður framvegis við ymsum ætlanum fyri tað húsið. Akkurát hvat tað verður til, vi hann ikki siga beint nú.
Vetrarskráin hjá Hotel Vágum byrjar leygardagin 11. oktober. Tá verður tann fyrsta av teimum sonevndu oktoberveitslunum, sum hotellið fer at skipa fyri. Somuleiðis verða tiltøkini í november og januar nevnd við mánaðarnavninum og eini veitslu afturút.
Ætlanin er at hava slík tiltøk annaðhvørt leygarkvøld í vetur, sigur Kári Hentze. Tað verður skipað soleiðis »a la carte« við dansi aftaná. Dansurin verður almennur.
Tann 25. oktober verður afturvendandi tiltakið við vínsmakking, ella vínskeiði, sum Kári Hentze nevnir tað, aftur á skránni. Tað varð fullteknað beinanveg, lýst varð við tí.
December fer allur, sum hann er, at kalla til jólaborðhaldini. Fleiri fyrispurningar eu longu komnir, so har fer nokk at vera fult eisini, letur leiðarin at.
Út á várið veðra aftur útfeðrir gjørdar ymsastaðni í oynni. Og helst verður okkurt spilturnýtt tiltak á skránni næstu ferð, lokkar Kári Hentze við. Eitt nú fjallaklintring saman við Vága Bjargingarfelag.
Hóast summarið júst er farið, er klárt aftur til næsta summar. Tey væl umtóktu føroysku kvøldini verða afur, sigur Kári Hentze.
Um undirtøkuna hjá hotellinum sigur hann, at september hevur hilnast væl. Eitt sindur tunt sær enn út fyri oktober enn, men hannn uggar seg við, at vit skriva framvegis september í álmanakkanum.