Í dag varð nýggja hotellið á Mølini í Skálavík reist, og arbeiðið at lata upp aftur gistingarhús í Skálavík gongur eftir ætlanini.
Martin Karl Olsen, sum saman við konuni Biritu Dalsgaard Olsen letur hotellið byggja, sigur, at tey hava verið í gongd alla vikuna, og at tey hava verið heppin við veðrinum.
– Arbeiðið gongur púrasta eftir ætlan, vit eru í gongd við at seta forsíðuna upp. Tað er eystursíðan á húsunum, sum so at siga øll er úr glasi. Eg vænti, at tá dagurin í dag er liðugur, so eru vit komin nokk so langt. Eg skal ikki siga, at tekjan liggur á eisini, men tað er tætt við.
Tíðarætlanin heldur eisini væl, sigur Martin Karl Olsen, sum væntar, at tey 10 kømurini í hotellinum verða klár at taka í nýtslu til komandi summar ella seint í vár.
Meðan nógv annað í samfelagnum hevur sett ferðina niður orsakað av koronusmittuni, hevur tað heldur gingið hinvegin hjá teimum báðum Martin Karl Olsen og Biritu Dalsgaard Olsen.
– Vit hava sett ferð á síðan korona fyri at útnytta tíðina sum best, so vit hava gjørt øvugt av øllum øðrum. Vit hava faktiskt smíðað yvir háls og herðar fyri at fáa alt liðugt, og húsið hevur eydnast púrasta til fulnar, sigur Martin Karl Olsen.
Aftrat hotellbygningum, sum nú verður bygdur, hava hjúnini eisini kafeina í Skálavík, har fimm kømur fara at verða gjørd til hotellkømur, og haraftrat er eisini ætlanin at fara undir at byggja nakrar smáttir aftrat hotellinum
– Vit fáa 10 kømur fyri fyrst, og so fara vit vónandi í holt við smáttur aftanfyri í lendinum. Vit hava ætlanir um at hava fimm smáttir, sum hvør hevur tvey kømur. So hava vit eisini fimm kømur inni í gomlu sethúsunum, so vónandi enda vit 25 kømurum, tá alt er liðugt, sigur Hans Karl Olsen.
– Hetta er so tað fyrsta, og hetta er tað, sum vit vónandi taka í brúk til komandi summar, sigur Hans Karl Olsen og leggur aftrat, at nøkur ting skulu gerast á stykkinum aftrat, soleiðis at tey gistandi hava okkurt at fáast við.
– Tað verða ymiskir aktivitetir á stykkinum. Fólk skulu ikki bara sova, tey skulu eisini hava okkurt at gera.
Hans Karl Olsen og Birita Dalsgaard Olsen reka frammanundan Caféin á Mølini, og hjá kafeini hevur ikki verið nógv at merkt til koronu í summar.
– Eg haldi ikki, at korona hevur ávirkað okkara virksemið, kanska heldur øvugt. Vit hava havt fleiri fólk í summar enn summarið áðrenn. Føroyingar eru ótrúliga raskir at stuðla. Tað eru fólk av oynni og føroyingar annars, tey hava øll verið røsk at stuðla, sigur Hans Karl Olsen.
Gistingarhús hevur áður verið í Skálavík. Tað var Hotel Skálavík, sum Smyril Line hevði raksturin av, men Smyril Line gjørdi av at lata hotellið aftur um árslok í fjør.