Hótta nú Russland við enn fleiri revsitiltøkum

G7-londini, sum eru Frakland, Japan, Týskland, Stórabretland, Italia, Kanada og USA, hótta nú Russland við nýggjum búskaparligum tiltøkum.

Í kvøld siga bæði G7-londini og amerikanska stjórnin, at tey eru fyrireikað til at seta í verk upp aftur harðari búskaparlig revsitiltøk móti Russlandi, um landið innlimar ukrainsk øki.

 

Reuters veit at siga, at G7-londini í fyrsta lagi heita á øll lond um at ógylda fólkaatkvøðuna í hertiknu økjunum í Ukraina, sum bæði Nato og ein røð av londum í vesturheiminum longu hava gjørt.

 

G7-londini verða í kvøld eisini endurgivin fyri at siga, at tey eru fyrireikað til at seta í verk nýggj revsitiltøk móti Russlandi. 

 

G7-londini eru Frakland, Japan, Týskland, Stórabretland, Italia, Kanada og USA. 

 

Fyrr var talan um G8-londini, har Russland eisini var við, men tá Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014, varð landið blakað úr felagsskapinum.