Tónleikur
Størsta íslendska útvarpsrásin Rás 2 var við, tá Atlantic Music Event vitjaði íslendska høvuðsstaðin. Útvarpsstøðin bandaði konsertirnar við Brandi Enni, Teitur, Eivør, Høgna Lisberg og Gestum.
Langa fríggjadag varð konsertin send á íslendsku Rás 2 í sending, ið varaði yvir 2 tímar. Á heimasíðuni hjá Rás 2 ber nú til at hoyra upptøkurnar í fullari longd. Her er høvi at hoyra nýggj løg við eitt nú Teiti, Eivør, Høgna Lisberg og Brandi Enni. Millum løgini er frálíka Grát Ei, ið Eivør vann sangskrivarakappingina hjá Atlantic Music Event við og lagið Tú ert ein eingil av komandi føroysku útgávuni hjá Teiti.
Hoyr konsertina á netinum:
dagskra.ruv.is/streaming/ras2/