Herfyri varð greitt, at Eivør var eitt av listafólkunum, ið Dansk Bibelselskab hevði valt at syngja Bíbiluna. Nú ber til at hoyra brot av sanginum.
Dansk Bibelselskab hevur heitt á 12 listafólk, um at gera sína tulking av onkrum parti av Bíbliuni eitt av hesum listafólkum er Eivør Pálsdóttir.
Songkvinnan hevur fingið fríar teymar at tulka ein Bíbliutekst, og sangurin hjá Eivør er íblástur av Sálmi 139.
Jyllandsposten hevur gjørt samrøðu við Eivør, har hon eisini syngur part av sanginum.
Hoyr samrøðuna og sangin her:
Dansk Bibelselskab boðar frá, at í næstum koma sangir við Anne Linnet og Hymns from Nineveh, umframt øðrum. Tilsamans verður talan um 12 sangir, ið koma út á fløgu í november.
- Vit skulu ikki stýra, hvat tey ungu trúgva og hugsa, men við útgávununum kunnu vit vónandi lata upp fyri einum stórum parti av okkara mentanararvi, sigur Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivari í Dansk Bibelselskab.
- Tað er ynski um at lata Bíbliuna upp fyri nýggjum ættarliðum, ið vit gera til veruleika, sigur Morten Thomsen Højsgaard við heimasíðuna hjá Dansk Bibelselskab.