Hoyr hvønn Ósá og Oddbjørn hava sum ársins spælara (FM1)

(FM1) Jákup Ósá og Oddbjørn Joensen vóru gestir hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum seinnapartin

Seinnapartin hevði Tróndur Arge eitt longri fótbóltspanel í sendingini SportBoxin á FM1. Hetta var í samband við, at ársins spælarar verða kosnir á Fótbóltsgalla 2018, ið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld klokkan 20.

 

FM1 sendir beinleiðis frá stóra tiltakinum. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Gestir hjá Tróndi Arge vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo og Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvønn Jákup Ósá og Oddbjørn Joensen hava valt til ársins spælara, ársins unga spælara, ársins venjara, ársins dómara, ársins áleypara, ársins miðvallara, ársins verjuspælara og ársins málverja.