Hoyr sigursmálið hjá Víkingi og Sølva Vatnhamar (Rás2)

(Rás2) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá sigursmálinum hjá Adeshina Lawal, og hoyr Sølva Vatnhamar seta orð á sigurin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum Víkingur fekk ímóti Skála, tá FM-vinnararnir á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu vunnu 1-0 á Skála.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við landsliðsmiðvallaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar. 

 

Sølvi Vatnhamar er ótrúliga glaður at verða komin í gongd við kappingina aftaná fleiri venjingardystir, og hann er glaður fyri at verða komin í gongd við einum sigri.

 

Men Sølvi Vatnhamar er ikki nøgdur við spælið hjá Vìkingi í dag, men hann undirstrikar, at Skála stríddist væl og gjørdi tað sera torført fyri Víking. 

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av brotssparksstøðuni, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við brotssparksskjúttan, Pætur Dam Jacobsen hjá Skála kunnu hoyrast HER