Hoyri skríggj og skot alla tíðina

17 ára gamli Sverre Sævarang, sum hevur føroyskan pápa, krógvaði seg á eini vesi á Utøy

Leygarnáttina kom Sverre Sævarang heim aftur til foreldrini í Sarpsborg í Noregi. Hann var óskaddur, men hann hevði verið so nær við at vera skotin, sum fleiri av vinfólkum hansara vóru.

- Tað var heilt ræðuligt. Maðurin fór at skjóta móti felagshúsinum, har fleiri fólk vóru inni. Vit fingu einki gjørt. Tað eydnaðist mær og fimm øðrum at sleppa inn á eitt vesi og lata hurðina aftur.


Næsti maður skotin

- Ein rann beint í hølunum á mær, og hann varð skotin, sigur 17 ára gamli Sverre Sævarang við Soialin.

Tey stóðu inni á vesinum í tveir-tríggjar tímar, og tey hoyrdu nógv róp.

Tá ið politiið kom, tordu tey ikki at fara út, tí tey høvdu ikki áltið, at tað veruliga vóru politistar. Maðurin, sum skeyt var ílatin sum politistur. Ikki fyrr enn politistarnir komu nærri og noyddi tey út, trodu tey at líta á, at hjálp var komin til teirra.

Leingi sótu tey í húsinum, tí tey tordu ikki út.

Umsíðir kom ein bátur og førdu tey inn á meginlandið, har læknar tóku ímóti.


Helt øll hini vera deyð

- Vit hildu tá, at bara vit umleið 30, vóru komin frá skjótingini við lívinum.

Sverre Sævarang hugsar um øll vinfólkini, hann hevur mist. Tey kunnu vera væl fleiri, enn hann veit um, tí øll eru ikki komin aftur í aftur, og nøkur eru illa særd.

Tá ið tey ungu komu inn á meginlandið, komu fólk beinanvegin at tosa við tey og veita teimum kreppuhjálp. Bæði leygardagin go sunnudagin var hann til samtalur, og hesar samtalurnar hava gjørt honum væl.

- Men tað fara nógvir tankar gjøgnum mítt høvd, og eg blivi við at hoyra rópini og skotini fyri mær, sigur Sverre.

Leygardagin var hann og gekk kyndlagongu saman við foreldrunum sínum í Moss til minnis um offrini.

Sverre er sonur Knut. Foreldur hansara vóru føringar, Sámal og Malfrid Sævarang.