Hoyribrekað sleppa við skrekkinum

Hoyribrekað sleppa undan egingjaldið fyri hoyritól – í hvussu so er í fyrstu syftu

Uppskotið um at áleggja hoyribrekaðum eitt brúkaragjald upp á 2000 krónur fyri hvørt hoyriapparat tey útvega, varð ikki samtykt í Løgtinginum í gjár, sum ætlað.
Ætlanin hevur fingið harða mótstøðu, tí verður tað samtykt, fer tað at kosta einum hoyribrekaðum, sum skal hava hoyriapparat til bæði oyru, 4000 krónur og tað er ikki smávegis útreiðsla hjá pensjónistum, sum eru tey, sum mest hava brúk fyri hoyriapparati.
Ein atfinning ímóti ætlanini er, at hon egingjaldið fyri hoyriapparat er ikki ásett eftir inntøkuni, so at tey, sum hava góða inntøku betala meir og tey við lágari inntøku, betala minni.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin kundi ikki góðtaka, at egingjaldið verður tað sama fyri øll og at tað sostatt ikki verður sett eftir inntøkuni.
Tað hevði flokkurin langt síðani boðað frá og tí vildi hann hava, at Rósa Samuelsen legði uppskot fyri Løgtingið í seinasta lagið 1. mai um at egingjaldið skuldi vera eftir egingjaldið.
Hetta er eisini tað, sum meirilutin í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum mælir til.

Sparingin í vanda
Landsstýriskvinnan í almannamálum staðfesti, at talan er um eitt spariuppskot burturav. Men skal tað inntøkuregulerast, verður helst ongin sparing, tí tey flestu, sum hava brúk fyri hoyriapparati, eru pensjónistar við lágari inntøku og sum sostatt lítið og onki skulu betala sjálvi.
Hon er heldur ikki vís í, at hon klárar at koma við einum uppskoti í vár um at inntøkuregulera egingjaldið frá 1. mai, tí arbeiðsumstøður eru ikki til tað.
Hon segði, at tað er umfatandi at gera egingjaldið inntøkuregulerað, tí spurningurin er, hvussu lág inntøkan skal vera fyri at fáa fullan stuðul og hvussu stuðulin skal minkast eftir inntøkuni.
Spurningurin er eisini um stuðulin eisini skal umfata privatar hoyriklinikkir.
Landsstýriskvinnan førd eisini fram, at skal egingjald á hoyriapparat, skal málsøkið helst leggjast undir Almannastovuni og so skal audiologur fylgja við yvir á Almannastovuna, samstundis sum oyralæknin er á Landssjúkrahúsinum.
- Og so eru vit í teirri óhepnu støðu, at vald og gjald ikki fylgjast, legði hon afturat.
Men hon helt eisini, at tað er skeivt at taka hoyriapparat burtur úr allari rúgvuni av hjálpartólum og leggja hoyrigjald á tey.

Ein fortreyt
Tað hevði verið rættari at tikið øll hjálpartól undir einum, segði Rósa Samuelsen.
Tí heldur hon, at tíðin stutt at finna eina politisku semju.
Men tað, hon stúrir mest fyri, er, at hon klárar ikki at halda játtanina á fíggjarlógini.
Hon vísti eisini á, at ein fortreyt fyri at halda játtanina á fíggjarlógini, er, at uppskotið verður samtykt sum tað liggur –altso uttan at egingjaldið verður inntøkuregulerað.
Skal egingjaldið til hoyriapparat hinvegin inntøkuregulerast, skulu sparingar finnast aðrastaðni og tað sær hon ongar møguleikar fyri
Niðurstøðan var, at Løgtingið kom ongantíð til at atkvøða um málið. Tvørtur ímóti varð tað beint aftur í trivnaðarnevndina til víðari viðgerð.