Hoyrnin í nýggjum hølum

Hoyriklikkin Hoyrnin í N.Finsensgøtu 51 í Havn hevur móttøku og opið hús fríggjadagin 11. september frá kl. 14 til 17.

Tað var í mars 2008 at hoyriklinikkin Hoyrnin læt upp í leigaðum hølum í J.C. Svabosgøtu.

Hoyrnin er fyrsta einskilda hoyriklinikk í Føroyum. Fyritøkan ynskir at bjóða føroyingum ein valmøguleika til ta almennu hoyriklinikkina. Dentur verður lagdur á at fyribyrgja hoyriskaðum og at veita fólki við niðursettari hoyrn hjálp.


Mánadagin 10. august í ár flutti Hoyrnin og læt upp í nýggjum hølum í N. Finsensgøtu 51. Hetta passaði væl við ætlanir felagsins um at víðka virksemi sítt, sigur Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur klinikkina. Hon er útbúgvin hoyrnaatstøðingur frá hoyriklinikkini á Vejle Sjúkrahúsið í 2003.

Jutta sigur, at tað er sera umráðandi, at brúkarin kemur væl frá byrjan við at læra at brúka eitt hoyritól til fulnar.


Hoyrnin er ein snotisligur og modernaður handil har til ber hjá brúkarinum at koma inn og síggja hvat vit selja og fáa eitt prát um vørur og tænastur okkara. Hoyrnin hevur tætt samstarv við nógvar leiðandi fyritøkur í heiminum og vit verða javnan dagførd um nýggjastu tøknina. Umframt hoyritól selja vit eisini oyravernd, samskiftitútgerð, útgerð til fartelefonir og annað. Tað at Hoyrnin er ein handil ger tað lættari fyri brúkaran at støkka inn á gólvið, tá hann sjálvur hevur hug og tíð tað, sigur Jutta. Handilin er opin mánadag til hósdag frá kl. 9-16 og fríggjadag frá kl. 9-14.


Umframt Juttu eru tvey onnur starvsfólk í Hoyrnini: Heidi Simonsen, sum er skrivstovukvinna

Sigmund Signarsson, maður Juttu, tekur sær av bókhaldi og umsiting.


Fríggjadagin millum kl. 14 og 17 fáa fólk høvi at síggja nýggju hølini og fáa okkurt lætt at eta, sigur Jutta Helgadóttir, sum bjóðar øllum at vera vælkomin.