Hoyvíkingar aftur á beint

FTZ-deildin: H71 sigraði ímóti VÍF, sum nú ikki er á finaluplássi longur

Tveir dystir eru spældir í FTZ-deildini í kvøld. Í Vestmanna tók VÍF ímóti oddaliðnum í deildini, H71, meðan KÍF og Team Klaksvík spældu í høllini í Kollafirði.

 

Tað var H71, sum streyk avstað við útisigri í Vestmanna í kvøld. Hoyvíkingar vóru á odda mest sum allan dystin og vunnu at enda lutfalsliga trygt - 27-23. H71 fór til hálvleiks á odda 15-10, og hóast VÍF eitt skifti fekk minkað munin niður í tvey mál, so gjørdist dysturin ongantíð meira spennandi enn so.

 

Sostatt reisti H71 seg eftir ósigurin ímóti KÍF á heimavølli sunnudagin. Hoyvíkingar hava við sigrinum eisini tikið enn eitt stórt fet ímóti FM-finalunum.

 

KÍF hevur av álvara fingið vind í seglini, tí í kvøld fóru kollfirðingar enn einaferð av vøllinum sum sigursharrar. KÍF hevði trygga leiðslu ímóti botnliðinum í deildini allan dystin á tamb, og at enda vann heimaliðið trivaligan sigur áljóðandi 30-20. Hálvleiksstøðan var 16-10 til KÍF.

 

Úrslitini merkja, at KÍF nú hevur yvirhálað VÍF og hevur yvirtikið seinna finaluplássið. Tó hava kollfirðingar spælt ein dyst fleiri enn vestmenningar. Stigatalvan í deildini sæst niðanfyri.

 

1. H71 27 stig (17)

2. KÍF 23 stig (17)

3. VÍF 21 stig (16)

4. Kyndil 18 stig (16)

5. Neistin 16 stig (16)

6. StÍF 10 stig (16)

7. Team Klaksvík 1 stig (18)

 

Málskjúttarnir frá dystunum í bestu mansdeildini í kvøld síggjast niðanfyri:

 

VÍF-H71 23-27 (10-15)

 

VÍF: Filip Jojic 9, Áki Egilsnes 5, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 2, Rói Lamhauge 1 og Mladen Mjerimacka 1.

 

H71: Peter Krogh 7, Andor Sivertsen 6, Dánjal Tórgarð 6, Jónas G. Djurhuus 4, Hilmar Leon Jakobsen 2, Sigmundur Nolsø 1 og Rúni Vest Højgaard 1.

 

KÍF-Team Klaksvík 30-20 (16-10)

 

KÍF: Rúni Joensen 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Tony Weyje 4, Andrias Nielsen 4, Teitur Joensen 4, Fríði Weyhe 3, Hjalti Hammer Matras 1 og Ási Dam 1.

 

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Finnur Hansson 5, Jens Pauli Mohr 2, Hanus Norðberg 1, Einar Dam 1, Birgir Poulsen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 og David Danielsen 1.