Atlantic Airways-kappingin
Strandingar iðraðu seg eftir dystin móti H71 sunnudagin. Fyri steðgin hevði heimaliðið nevnliga eitt sera gott tak á gestunum, sum ikki tóktust hava styrkina at reisa seg eftir vónbrotið móti Kyndli seinasta vikuskiftið.
Hvørt tað var bragdliga byrjanin hjá VÍF í Vestmanna, sum var atvoldin, er ilt at siga. Men í øllum førum kom annað skil á spælið hjá H71 eftir steðgin. Stóra verjan fekst brádliga at rigga, soleiðis at skotsterku strandingarnir mest sum ikki sluppu framat. Og so broyttist støðan á máltalvuni heilt skjótt.
Eitt korter inn í seinna hálvleik var støðan 20-23, og so høvdu hoyvíkingarnir av álvara fingið luft. Teir loyvdu á ongan hátt StÍF aftur í dystin, sum altso endaði við tryggum útisigri.
At VÍF so eisini helt fast í dystinum móti Kyndli, mundi bara hóva H71 heilt væl. Munurin upp til oddasessin er nú aftur tvey stig, og tað er jú nakað, sum skjótt kann broytast.
Hjá StÍF varð talan hinvegin um vónbrot, sum av álvara kastaði skugga á góðu avrikini hjá liðnum í seinastuni. Enn er liðið tó hampuliga væl fyri í kappingini, og enn eiga teir heimadyst á móti Kyndli. Ein dystur, sum væl kann vísa seg at vera avgerandi fyri, hvørja støðu strandingarnir skulu hava restina av kappingarárinum.
Fakta um dystin
StÍF-H71 26-31 (15-13)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Bárður Danielsen 5, Bend Djurhuus 4, Borgar Danielsen 3, Artur Johansen 3(1), Alexandur Johansen 2(1), Leivur Justinussen 1(1), Jørmund Joensen 1
H71: Piti Negru 8, Tróndur Vatnhamar 7(2), Jakob Jónsson 5(1), Niels Viggo Niclassen 4, Heini Bendtsen 3, Johnny Durhuus 3, Sigtór Andreasen 1
Brotskøst: StÍF 6, H71 3
Útvísingar: StÍF 5, H71 5
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen