Hoyvíkshøllin fer nú í gongd

Tórshavnar Býráð hevur í kvøld samtykt at taka av tilboð frá byggifelagnum J. & K. Petersen upp á at útbyggja Hoyvíkshøllina.

Tilboðið ljóðar upp á slakar milliónir krónur og fevnir um tríggjar hæddir, kjallarahædd, miðhædd og loft, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Í tilbygninginum verður eitt nú durur til høllina og tvey nýggj umklæðingarhøli.

Hoyvíkshøllin er bygd sum ein venjingarhøll, og henni vantar ymisk rúm. Nøkur verða innrættað í miðhæddini nú, og seinni er ætlanin at innrætta meir í miðhæddini og á loftinum.

Arbeiðið byrjar um mánaðarskiftið september/oktober og verður liðugt í mars/apríl 2012.

Tilbygningurin verður bygdur fram úr ella eysturúr núverandi høllini.