Hoyvíkingar eru flúgvandi

Verjan var sum bergið, og Jana Mittún var stóri skarprættarin, tá ið H71 fyri triðju ferð spældi seg víðari í EHF kappingini

Jana Mittún var H71 toppskjútti við 8 málum

Aftur í dag hava H71 kvinnurnar skrivað søgu. Tær vóru tær fyrstu at spæla seg víðari í europeiskari kapping. Tær vóru tær fyrstu fyri aðru ferð at spæla seg víðari í Europa, og í dag hava tær í Høllini á Hálsi fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum spælt seg víðari í EHF kappingini, og nú skulu tær spæla fjórðingsfinalu.

 

Úrslitið var 30-26 eftir hálvleiksstøðuna 16-13.

 

Tað var heilt týðuligt, at bæði H71 og serbisku gestirnir høvdu lært av fyrra dystinum, tá ið H71 sunnukvøldið vann 39-38 í Serbia. ZRK Naisa Nis hevði Mariu Halsdóttir Weyhe í heilt stuttum tjóðri. Hon var greiður topppskjútti í fyrra dystinum, tá ið hon eisini fleiri ferðir spældi liðfelagar leysar. Í dag slapp hon sjáldan framat.

 

Álopsspælið hjá gestunum var ikki serliga sannførandi. Tær royndu fyri tað mesta hvør í sínum lagi, og tað riggaði ikki væl. Tá ið tað restaði eitt korter, var tað eyðsýnt, at tær síðstu løtuna ikki fóru at megna at venda gongdini, sum tær gjørdu á heimavølli, tá ið tær minkaðu um munin úr seks og niður í eitt mál.

 

Í H71 álopsspælinum var tað serliga Jana Mittún, sum gjørdi um seg. Hon var toppskjútti við átta málum, og hon skoraði við hoppskotum, langskotum og gjøgnumbrotum.

 

H71 liðavrikið var framúr gott, og heilt stóri munurin sammett við sunnukvøldið í Serbia var tað, at verjan var sum bergið. Vár Bentsdóttir Zachariasen og Lív Bentsdóttir Zachariasen vóru sera sannførandi í miðverjuni, Rúni Jógvansdóttir Larsen var sannførandi í málinum og bjargaði 14 ferðir - 36 prosent og Alda av Skarði bjargaði brotskasti , og sum heild var talan um fínt liðavrik, har ein spældi fyri allar og allar fyri eina. Rannvá Olsen var sera neyv á veinginum í vinstru, og so sigur tað ikki so lítið um liðavrikið, at tað vóru tíggju H71 málskjúttar.

 

https://in.fo/myndasavn

 

H71 – ZRK Naisa Nis 30-26 (16-13)

 

Dómarar úr Litava: Justas Ivanauskas og Edvinas Jencevicius

 

H71 vann 39-38 á útivølli og er samantaldur vinnari við 69-63

 

H71: Rúna Jógvansdóttir Larsen, Alda av Skarði, Elsa Egholm, Vár Bentsdóttir Zachariasen 2, Björk Brimnes, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Karina Eysturtún Rubeksen, Brynhild Pálsdóttir 3, Eva Barba Arge, Inga Maria Joensen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Rannvá Olsen 6, Guðrið Bogadóttir á Borg 1, Sara Jacobsen 1, Lukka Arge 2, Jana Mittún 8

 

Venjarar: Ingi Olsen, Mark Laursen Marcher

 

Aðrir á beinkinum: Jens á Skipagøtu, Ari Jógvansson

 

Jana Mittún var H71 toppskjútti við 8 málum