Hoyvíkingar hita upp

Fyrsti finaludysturin, um hvør av H71 ella VÍF sleppur at kalla seg føroyameistari, verður leiktur í Hoyvíkshøllini mikudagin 8. apríl 2015, kl. 20:15.

Fyrsti finaludysturin, um hvør av H71 ella VÍF sleppur at kalla seg føroyameistari, verður leiktur í Hoyvíkshøllini mikudagin 8. apríl 2015, kl. 20:15.

 

– Upphiting er frá kl 18:00 í H71-hølunum, har ídnar gentur fara at mála hoyvíkingar svartar, skrivar H71 á heimasíðuni.

 

– Vit leggja upp til, at hoyvíkingar møta tíðliga, og fyri at stytta sær um stundir, ja, tá ber til at sutla kaffi alt meðan vit práta um vánirnar fyri dystinum og FM-kjansinum sum heild.

 

Úr Hoyvík siga tey, at øll eru so hjartaliga vælkomin til eitt hondbóltsprát og upphiting nakað væl fyri dyst.

 

– Vit onnur møta so kl. 18 klár at taka ímóti H71'arum, sum so aftur eru alklárir at stuðla okkara svørtu monnum at fáa føroyameistaraheitið heim, skrivar H71.