HS í stórari kapping í Esbjerg

Svimjing: Havnar Svimjifelag skal um vikuskiftið luttaka í stórari svimjikapping í Esbjerg

Í dag, mikudagin, fer Havnar Svimjifelag til Esbjerg, har felagið skal luttaka í kappingini Danish International Swim Cup. Við á ferðini hjá HS verða 21 svimjarar og seks venjarar/leiðarar.

Í kappingini í Esbjerg verða svimjarar úr Danmark, Týsklandi, Belgia, Svøríki, Noreg og Føroyum, og talan er um eina sterka kapping.

Eitt nú kann nevnast, at Kristian Martin Joensen í 400 metur blandað skal svimja móti Michael Christensen (NM-juniormeistari á 1500 metur frí og 400 metur frí), Anders Bo Pedersen (NM-juniormeistari á 100 og 200 metur firvald umframt 200 og 400 metur blandað), og Jacob Carstensen (heimsmeistari í 400 metur frí og nummar tvey í World Cup).

Tað er ikki bert Kristian Martin Joensen, sum er komin millum sterkar svimjarar. Hallur Stakksund, Kristoffur Hentze, Katrin Sørensen, Rannvá Jacobsen, Maiken Petersen og Durita Hansen skulu eisini upp ímóti sterkum útlendskum svimjarum.

Tríggjar høllir

Kappingin er ein bólkakapping, og fyri føroyingar verður tað eisini áhugavert at fylgja við eitt nú Jóannesi á Fløtti og Jógvani Joensen, sum báðir eru í bestu »heat?um« í sínum bólkum.

Kappingarnar byrja fríggjamorgunin og enda sunnukvøldið. Av tí at so nógvir luttakarar eru í kappingunum, er neyðugt at brúka ikki færri enn tríggjar svimjihøllir, so kappingarnar kunnu avgreiðast innan eitt vikuskifti.