Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini verða í vikuni. Eftir ásetingini, so skulu kvinnurnar hjá Kyndli spæla í Vági mikukvøldið, men tað vil Kyndil ikki ganga við til.
Í ítróttartíðindunum hjá kringvarpinum í gjár segði Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, at tað ikki ber til, at Kyndil skal spæla í Vági mitt í viku. Hetta tí, at so mugu spælarar biðja frí frá arbeiði og skúla, umframt at hetta er ein trupulleiki fyri spælararnar, sum hava børn.
Eisini verður víst á, at mansliðið hjá Kyndli spælir samstundis í Vestmanna. Hetta ger, at áskoðararnir hjá Kyndli ikki kunnu stuðla bæði mansliðnum og kvinnuliðnum.
Sambært formanninum í Kyndli, Una Arge, so hevur felagið tilboð um at spæla dystin fríggjadag, og tí tilboðnum hevur Kyndil tikið av. Tað er tó ikki endaliga avgjørt, at dysturin verður fríggjadagin, tí í løtuni arbeiðis kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum við at endaliga leggja dystin.
- Ein avgerð má takast í dag. Feløgini eru hoyrd og nú arbeiðis kappingarnevndin við málinum, sigur Ári Rouch, sum er skrivari í kappingarnevndini.
Sum skilst, so hevur VB ikki í sinni at ganga flytingin á møti uttan mótmæli. Meiri verður at hoyra úr VB leguni í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.00.
Fyrra hálvfinalan millum Kyndil og VB endaði við 20-19 sigri til Kyndil. Tí er nógvur spenningurin undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í vikuni – mikukvøldið ella fríggjakvøldið.