HSF ikki ráð at senda A-landsliðið til kapping

Hondbóltur: Eingin vil stuðla hondbóltslandsliðnum, sigur formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen

Sunnudagin fekk VÍF besta føroyska úrslitið í Europa-Cu dysti nakrantíð, tá teir vunnu á rumensku meistarunum.

Og ein natúrlig avleiðing av tí avrikinum er, at fólk vilja hava føroyskan hondbólt at taka við fleiri avbjóðingum í Europa.

Eitt er, at feløgini kunnu vera við í Erupa-Cup dystum, men eitt annnað mál er A-landsliðið.

Tað var ein tíð, tá hondbóltslandsliðið við monnum gekk undan fyri føroyskum ítrótti í altjóða høpi, men tað er ein farin tíð, og aðrar ítróttargreinar, einamest fótbólturin, taka sær nú av tí.

Og tað er ikki heilt tilvildarligt at so er, tí umstøðurnar at senda A-landsliðið út í Europa at kappast, eru ikki til staðar.

­ Vit hava heilt einfalt ikki ráð til tað, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum, Petur Ove Petersen, við Ítróttarsosialin.


Eingin vil stuðla

Í fjør spældi A-landsliðið tveir landsdystir móti Íslandi, men síðani tá er einki hent við tí landsliðnum.

­ Vit hava ikki avskrivað A-landsliðið heilt, men sum umstøðurnar eru í dag, ber tað ikki til, at melda til millumtjóðakappingar, sigur formaðurin í HSF.

­ Vit hava arbeitt miðvíst fyri at funnið stuðlar til A-landslið, men eingin vil hjálpa okkum.

­ Vit fáa einki fyri at luttaka í undankappingum, og tá tað kostar nógv at vera við, seta vit okkum ikki førar fyri, at melda til nakra kapping.

­ Men eingin skal fara skeivur í tí, at fáa vit ein kjans og tað ber til fíggjarliga, so taka vit av, sigur Petur Ove Petersen.


Kostar einki at venja

Sum øll onnur, fegnast formaðurin í HSF um avrikið hjá VÍF í Europa-Cup, men hann heldur ikki, at tað ber til at leypa á leistum út í Europa bara við einum slíkum úrsliti í rygginum.

­ Ingi Olsen segði nøkur skilagóð orð við Sosialin um, at tað ber til at hava venjingar, tí tær kosta einki. Og har eri eg samdur. Vit hava einki á tapetinum enn, men eitt gott hugskot hevði verið at skipa fyri venjingum, og so vóna, at okkurt útlendskt lið vil vitja hendan vegin, sigur Petur Ove Petersen.

­ Tað krevur nógv skulu vit við í altjóða kappingar, bæði fíggjarliga og ítróttarliga, og í løtuni eru umstøðurnar ikki til staðar.

HSF fer tó nú undir landsliðsarbeiðið við fýra ungdómslandsliðum.