HSF ásannar týdningin av landsliðsarbeiði

Í tíðindaskrivi til feløgini ásannar HSF týdningin av landsliðsarbeiðinum. Fyri at hækka um støðið á føroyskum hondbólti og fyri at geva føroysku leikarunum eina gularót hevur HSF valt at hava hesi landslið koyrandi:

A-landslið menn

A-landslið kvinnur

U20 landslið kvinnur

Talentvenjingar gentur 14 og dreingir 15

A-landsliðið hjá monnum er meldað til EM 2010 undankappingina. A-landsliðið hjá kvinnum er bjóðað til 4-landakapping í Onglandi, og er hetta eitt kærkomið høvi at koma eitt stig víðari úr Challenge Trophy kappingunum, ið kvinnurnuar hava verið til nakrar ferðir nú. U20 landsliðið kvinnur er júst byrjað og skal hava onkra altjóða avbjóðing í 2009. Talentvenjingarnar skulu ætlandi enda við úttøkukapping á páskum 2009 til U-lið, sum síðani skulu venja miðvíst til altjóða avbjóðingar uml. 2009-2011, skrivar www.h71.fo