HSF styrkir landsliðini

Hondbóltssambandið setir nú av álvara gongd á sítt landsliðsarbeiði, so Føroyar kunnu kappast á sama altjóða stigi sum grannalondini.

– Hondbóltssambandið setir nú av álvara gongd á sítt landsliðsarbeiði, so Føroyar kunnu kappast á sama altjóða stigi sum grannalondini, sigur Hallur Daniel.

– Føroysku hondbóltslandsliðini skulu vera við í øllum altjóða kappingum, sum altjóða hondbóltssambandið IHF og europeiska hondbóltssambandið EHF skipa fyri, sigur Hallur Danielsen frá umsitingini hjá HSF.

Hann sigur endamálið vera, at Føroyar skulu kunna kappast á sama altjóða stigi sum grannalondini, og tí verður nú av álvara gongd sett á landsliðsarbeiði í hondbóltinum.

Tað verður framvegis Flemming Oliver Jensen, sum skal taka sær av bæði føroysku talent- og landsliðsmenningini, og hann sigur seg fegnast um uppgávuna, tí hann sær potentiali í føroysku spælarunum.

– Her er ein rúgva av góðum og evnaríkum spælarum, sum vit bara skulu menna, so teir standa seg her heima og uttanlands, um so skuldi verið, sigur danski venjarin, ið hevur nógvar og drúgvar altjóða royndir.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Hall Danielsen og Flemming Oliver Jensen.