Klaksvíkar býráð hevur havt nógvar áhugaverdar vitjanir í summar.
Nevnast kunnu formanskapurin í íslendska altinginum, ymiskir ambasadørar einsaris og m. a. eisini av Poul Nyrup Rasmusen forsætismálaráðharra.
Vinarbýarstevnan, har 25 fólk frá vinarbýunum Kópavogi, Odense, Tróndheimi, Tammerfors og Norrkøping at fundast um framtíðarsetning innan mentan, útbúgving, vinnulív, umhvørvi, samskifti o. m. a.
Í síðstu viku varð vitjan av ambasadørum úr 20 ymiskum londum við fylgi.
Chile, Croatia, Luxenburg, Indonesia, Swaliland, Russlandi, Ungarn, Týsklandi, Kina, Algeria, Írlandi, Japan, Marocco, Korea, Eysturríki, Kuba. Eisini var fylgi úr danska uttanríkismálaráðnum.
Klaksvíkar býráð var vertur við døgurða, við sera litríkari matskrá ? eisini tí, sum árstíðin kann bjóða: Steiktir Havhestaungar ? Hesir, turrur fiskur, spik og saltgrind dámdu gestunum væl sum nakað serstakt, umframt annan sera góðan mat, ið bert Jákup Ziskason kann gera hann.
Japanski ambasadørurin var ógvuliga áhugaður í hvørji fiskasløg føroyingar fiska og hvaðar, tey verða seld.
Sum kunnugt eta japanar nógvan fisk av alskins sløgum og fegnaðist japanski ambasadørurin um, at Klaksvík hevði ?flaggskipið? Ågot innan tunfiskavinnu í samráð við japanar.
Tann Eysturríkski ambasadørurin segði errin, at hann kendi Føroyar væl, og at tað gjørdu øll í Eysturríki.
? Tit duga væl at spæla fótbólt. Øll vita hvar og hvat Føroyar eru, men spyrt tú nær teir spældu fótbólt móti Føroyum, og hvussu nógv Føroyar vann, vita tey kanska ikki at svara øllum. Men Føroyar kenna øll.
Áðrenn ambasadørurin fór til Føroya, ringdi hann til fótbóltsambandið í Eysturríki og hevði sett sær fyri, at telefondaman har skuldi svara sær nakrar spurningar ? ikki ein serliga fótbóltskønur.
? Nær spældi Føroyar móti Eysturríki?
? 1990
Hvar spældu teir?
? Landskrona
Hvør vann?
? Føroyar 1-0
?Tað er við virðing at føroyingar eru kendir í Eysturríki, og ein góðan læru-setning hava Føroyar givið okkum - ikki at forsmáa nakran?! segði Eystur-ríkski ambasadørurin.
Á vitjanini varð kunnað um ymisk viðurskifti í Klaksvík ? eisini innan vinnulívið, og at ein av stoltleikum Klaksvíkar er Chistian í Grótinum, teknaður í Noregi og bygdur í Chile.
Eftir kunnanina spurdi tann chilenski ambasadørurin eftir navni og adressu til hetta felagið og vildi sera fegin hitta hesar menninar. Umboð fyri Chistian í Grótinum vóru boðin við til døguðran, men høvdu ikki stundir júst tá. Tó eydnaðist tað at fáa hendur á skiparanum Jón Rasmussen at koma framvið seinni. Chilenin og Jón fingu, hóast stutt, gott prát ílag og býttu adressur og slíkt.
Eftir vitjanina í Klaksvík segði tann chilenski ambasadørurin, at hann var so hugtikin av verkætlanini við Chistian í Grótinum og teimum dugnaligu monnunum, sum stóðu aftanfyri hana, at um hann ikki var komin til Klaksvíkar og hevði hitt handa mannin, var ferðin at kalla nyttuleys.
Vitjað varð í Christianskirkjuni, har Alex Sólstein hugtakandi greiddi frá. Kósina vitjaðu tey eisini, har Jóhanna Vang og Egil Jóhannesen tóku í móti og vístu runt á virkinum ? Eisini her vóru gestirnir hugtiknir av virkisfýsni, áræði og dugnasemi og vónaðu størri samvinnu í framtíðini.
Tað eru nógvar líknandi søgur at siga frá, sum boða frá eini sera væl eydnaðari ferð; har vinnulívið av røttum fær gott høvi at gera vart við seg.
Fyrireikingarnar til slíka ferð eru umfatandi og tíðarkrevjandi. Tó er eingin ivi um, at tað er altumráðandi, at slík ferð eydnast væl og at dyr verða latnar upp fyri samvinnu, serliga innan vinnulívið, sum jú er ríkt í Klaksvík ? og tað verða tær!