Hugburðsbroyting millum veljararnar

Veljararkanning vísir, at vanahugsan stendur fyri falli. Í dag halda flestu fólkafloksveljarar, tað er rætt at blanda seg í danskan politikk. Javnaðarveljarar siga, at eitt fólkatings umboð eigur ikki at lata seg umboða í nøkrum donskum tingbólki

Renn meg í traditiónirnar?, plagar at vera tikið til á donskum.

Nú fólkatingsvalfepurin eisini herjar í Føroyum, vísir veljarakanningin, sum Útvarpið hevur latið gjørt, at veljararnir í ymsu flokkunum ganga burtur frá gamlari vanahugsan.

Sum stendur at lesa aðrastaðni, so heldur ein fjóðringur av tjóðveldisveljarnunum nú tað vera í lagi at eitt føroyskt fólkatingsumboð vísir á ein danskan forsætisráðharra.


Eidesgaard skifti kós

Hin flokkurin á føroyska vinstravonginum ? Javnaðarflokkurin ? gongur øvugta kós.

Og brýtur samstundis við egnar traditiónir.

Í dag siga 48,1 prosent av javnaðarveljarunum sambært veljarakanningina, at eitt javnaðarumboð eigur ikki at fara í tingbólk við danska javnaðarflokkin, meðan bert 39,6 prosent eru fyri.

? Hetta er eisini í tráð við tey sjónarmið, sum formaðurin í Javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard hevur ført fram, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.

? Hetta kann so bert tulkast tann vegin, at Poul Nyrup Rasmussen hevur ikki nakra serliga høga stjørnu hjá føroyska javnaðarveljaranum. Hetta verður ikki minst stuðlað við svarinum frá somu veljarum, tá spurt veðrur, hvønn tey vilja hava til forsætisráðharra eftir valið 11. mars. Fleiri javnaðarveljarar vilja hava Uffa Ellemann Jensen fram um Poul Nyrup. Tey halda tað vera rætt at vísa á ein forsætisráðharra. Men tey vilj ikki í tingbólk saman við Nyrup og hansara fólki, sigur Jóannes Hansen.

? Javnaðarflokkurin er annars tann føroyski flokkurin, sum hevur verið mest integreðrarur í donskum politikki gjøgnum tíðina. Eitt nú var fyrrverandi fólkatingslimurin Jóhan Nielsen, sáli, beinleiðis limur í donsku fíggjarnevndini eitt tíðarskeið.

Hann var virkin í donskum politikki frá 1961.


Breckmann

broytti kós

Hevur Javnaðarflokkurin havt tradtión fyri, at vera virkin partur í donskum politikki, so hevur Fólkaflokkurin ikki havt somu traditiónir. Tað vil siga inntil Óli Breckmann var valdur á fólkating fyri 14 árum síðan. Áðrenn tá blandaði Fólkaflokkurin seg ikki í danskan politikk.

Kanningin vísir, at 47,7 prosent av fólkafloksveljarunum halda tað vera rætt, at føroyskir fólkatings limir eru við til at vísa á ein stjórnarleiðara. Og ein triðingurm ? 32,9% heldur ? at føroyska fólkatingsumboði eigur at vera limur í donskum tingbólki.

? Hóast ongin kanning vísir hvørja støðu fólkafloksveljarar høvdu til henda spurning, áðrenn Óli var valdur í fólkatingið fyri 14 árum síðan, so bendir tó alt á, at hann hevur fingið sínar veljarar við sær, sigur Jóannes Hansen.


Ivi millum sambandsveljarar

Broyta aðrir flokkar kós, so er øðrvísi við Sambandsflokkinum.

Lyklaorðini hjá Sambandsflokkinum til hetta valið er ?røkt av ríkisfelagsskapinum?.

Higartil hevur Sambandsflokkurin verið í sera tøttum samstarvið við tingbólkin hjá Vinstraflokkinum.

Sambandsveljarin tykist tó ikki at vera líka sannførdur, sum valevnini hjá flokkinum at hetta er rætt.

43 prosent av veljarunum halda tað vera skeivt at fara í tingbólk á fólkatingi, meðan færri ? 39,1 ? halda núverandi tað vera rætt.