Hugburðurin hevur alt at siga

Sjókovin fekk játtan til allar umsóknir frá ES: Granskararnir á privata granskingarstovninum Sjókovanum í Leirvík hava funnið lykilin til dyrnar, ið lata upp fyri stuðli úr risastóra ES granskingarpottinum.

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Allar tríggjar umsóknirnar um fígging til verkætlanir, ið Sjókovin sendi til ES í fjør, vórðu játtaðar, og lítli stovnurin á bryggjuni í Leirvík hevur eisini fingið yvirskipaðu leiðsluna í einari av verkætlanunum.

 

Við útsýni yvir skip og virkir á bryggjuni í Leirvík sita seks klók høvd í leigaðum hølum hjá Bátasavninum og greina samanhangir í føroysku fiski- og alivinnuni. Trý teirra hava ph.d. heitir, og hini trý hava masterútbúgvingar.

 

Teir seks granskararnir á Sjókovanum hava úr at gera. Síðani privati granskingarstovnurin varð settur á stovn fyri fimm árum síðani, eru uppgávurnar vorðnar støðugt fleiri. Og virðingin fyri arbeiðinum hjá granskarunum í Leirvík er vaksin samsvarandi.

 

- Vit hava góðar fortreytir innan fiski- og alivinnuna í  Føroyum. Vit hava eina sterka vinnu og nógva vitan, sum eisini gevur okkum kappingarføri innan fyri granskingina.

 

- Men hugburðurin hevur allarmest at siga. Vit gera tað sum skal til. Og so tað at vit hava víst ferð eftir ferð, at vit gera eitt gott arbeiði og levera til tíðina. Tí hava vit fleiri samstarvsfelagar, sum tíma væl at arbeiða saman við okkum, sigur Unn.

 

##med3##

 

Einki aftanfyri hini

 

Sjókovin hevur í ár havt fimm ára føðingardag. Dagurin varð hildin við stórari ráðstevnu í Klaksvík við framløgum um tær nógvu verkætlanirnar, ið stovnurin hevur verið partur av hesi árini.

 

Søgan um Sjókovan er tó nógv eldri enn so. Í 2013 varð Unn Laksá sett sum verkætlanarleiðari á ráðgevandi fyritøkuni Syntesa, ið fekst við at menna og útvega fígging til nýskapan.

 

Syntesa fekk fígging til fleiri granskingarverkætlanir frá ES. Verkætlanirnar fyltu nógv í fyritøkuni, og Unn Laksá og stjórin á Syntesa, Ólavur Gregersen, vildu fegin hava tær fluttar til ein hóskandi ikki-vinnuligan stovn.

 

Unn setti seg í samband við Fróðskaparsetrið um møguleikan at byggja upp ein depil undir Setrinum fyri havgransking, sum ES verkætlanirnar kundu koyrast inn undir. Setrið hevði tó ikki áhuga fyri hesum.  Hon vendi sær í staðin til størstu fiski- og alifyritøkurnar í Føroyum í eini roynd at fáa samstarv í lag.

 

Framherji í Fuglafirði, Varðin í Gøtu, Christian í Grótinum í Klaksvík og alifyritøkan Hiddenfjord søgdu beinanvegin ja og lótu 400.00 kr. hvør í stovnsfæi til ein sjálvstøðugan ikki-vinnuligan granskingargrunn.

 

Sjókovin varð settur á stovn 30. mars 2020 sum privatur, óheftur granskingarstovnur við høvuðsdenti á burðardygga menning og nýskapan innan sjófeingisvinnurnar. Unn Laksá varð sett sum stjóri á stovninum.

 

- Tað, sum eg serliga hevði við mær frá mínum arbeiði á Syntesa, var hugburðurin. Hví skulu vit ikki duga líka væl sum hini, og hví skulu vit ikki royna? Tann hugburðurin hevur sera stóran týdning, og hann liggur eisini í starvsfólkunum her.

 

- Vit eru einki aftanfyri okkara samstarvsfelagar aðrastaðni. Vit hava eisini fleiri fyrimunir í mun til tey, tí vit hava sera gott samstarv úti í samfelagnum. Um vit ivast í onkrum, so eru vit bara eina telefonsamrøðu frá at spyrja rætta viðkomandi í vinnuni ella í politisku skipanini, sigur hon.

 

##med4##

 

Liva av ES pengum

 

Í byrjanini hevði Unn Laksá bert eitt starvsfólk afturat sær. Síðani eru verkætlanirnar vorðnar fleiri og størri, og fleiri granskarar eru lagstir afturat. Nú eru seks fulltíðar granskarar í starvi hjá Sjókovanum í Leirvík, og tríggir granskarar eru atknýttir uttanlands.

 

Grundarlagið undir virkseminum hjá Sjókovanum er næstan burturav altjóða verkætlanir, ið eru fíggjaðar av ES. 

 

Sjókovin sendir á hvørjum ári fleiri umsóknir til útboð hjá ES, ið eru viðkomandi fyri teirra virksemi. 

 

- Vit leggja nógva orku í at skriva umsóknir. Tað kann taka millum tveir og átta mánaðir at skriva eina umsókn um stuðul til ES, men tað verður ikki sæð sum spill av tíð. Tað er partur av arbeiðinum hjá okkara starvsfólkum, og tað má tað vera, tí tað er grundarlagið undir okkara virksemi. Tað gevur okkum eisini eina drívmegi í sær sjálvum. Tað liggur djúpt í okkum, at vit eru bara til í tann mun, at vit klára at útvega fígging til at framleiða vitan, sum onkur vil hava, sigur Unn.

 

Tað hevur hepnast sera væl hjá Sjókovanum at fáa fígging frá ES til verkætlanir. Nógv tann størsti parturin av stuðlinum frá Horizon Europe, sum Føroyar hava fingið, er endaður í Leirvík.

 

- Vit klára okkum serliga væl í verkætlanum innan nýskapan, har dentur verður lagdur á at finna loysnir, ið kunnu setast í verk. Umsóknir um at vera við í slíkum verkætlanum  skulu hava eina fína javnvág millum at vera realistiskar og ambitiøsar. Vit mugu alla tíðina kýta okkum fyri at gera nakað serligt, sum er vert at gjalda fyri, sigur Unn.

 

##med5##

 

Allar umsóknir játtaðar

 

Í fjør sendi Sjókovin tríggjar umsóknir um fígging til verkætlanir frá Horizon Europe. Allar tríggjar umsóknirnar vórðu játtaðar. Tað hevur givið Sjókovanum 18 mió. kr. frá Horizon Europe til sín og føroyskar samstarvsfelagar komandi árini.

 

Allar tríggjar verkætlanirnar snúgva seg um burðardygd í fiski- og alivinnu, umhvørvisárin og avleiðingar av veðurlagsbroytingum.

 

Unn Laksá er sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa fígging til allar verkætlanirnar, ið søkt varð um í fjør.

 

- Tað kundi jú ikki verið betur. Eg visti, vit lótu góðar umsóknir inn, men at vit fóru at fáa allar tríggjar, hevði eg ikki droymt um, sigur hon.

 

Sjókovin fer at stjórna einari av verkætlanunum, sum hevur fingið tilsamans 33,5 mió. kr. frá ES. Verkætlanin, ið nevnist MeCCAM, skal menna loysnir at minka útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.

 

Verkætlanin hevur samstarvspartar úr níggju londum, og úr Føroyum luttaka umframt Sjókovan eisini Varðin og Havstovan.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Sjókovin hevur fingið litið upp í hendur at stjórna eini ES verkætlan, og bert aðru ferð, at ein ES verkætlan verður stýrd úr Føroyum.

 

- Hetta er tað, vit hava arbeitt fram ímóti, men eg hevði ikki roknað við, at vit fóru at gerast samskiparar so skjótt. At vit fingu hesa verkætlanina gevur okkum pengar til næstan tvey ársverk, og vit hava fingið pláss til at seta eitt fólk afturat.

 

- Tað verður uttan iva hart arbeiði at samskipa hesa stóru verkætlanina. Vit hava 16 samstarvsfelagar, sum vit skulu samskifta við, vit skulu halda skil á fígging og tíðarætlanum, gera frágreiðingar og hava alt samskifti við ES nevndina um verkætlanina. Tað krevur nógv, men tað gevur eisini nógv, sigur Unn.

 

##med6##

 

Mugu altíð hugsa um fígging

 

Við nýggju verkætlanunum hevur Sjókovin í løtuni fimm virknar ES verkætlanir at arbeiða við. Men hóast góða úrslitið og nógvu uppgávurnar, ið eru knýttar at verkætlanunum, ber ikki til hjá starvsfólkunum bert at hugsavna seg um granskingina.

 

- Tað er ein fín javnvág í at lata starvsfólkini arbeiða við sínum verkætlanum og samstundis hyggja frameftir.

 

- Ein vandi við, at vit vaksa, er, at vit skulu alla tíðina royna at fáa meira fígging. Vit hava fleiri starvsfólk, ið skulu hava løn, og hetta eru ikki bílig starvsfólk. Vit kunnu ongantíð siga, at nú hava vit so mikið nógv, at nú bíða vit við at søkja aftur. Onkrar verkætlanir verða lidnar nú, og vit skulu helst fáa okkurt afturat í staðin fyri tær, sigur Unn.

 

Sjókovin hevur í løtuni eina stóra umsókn, ið er um at vera klár at senda til ES. Eisini eru tey boðin við í eina aðra verkætlan, har tey eftir ætlan skulu hava ein meira avmarkaðan leiklut.

 

- Í altjóða gransking gerst tú partur av netverkum, sum skulu røktast allatíðina. Tí mást tú áhaldandi hava ein virknan leiklut í netverkunum og vera við í teimum verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri føroyska fiski- og alivinnu, sigur Unn.

 

Best at vera sjálvstøðug

 

Eingin almennur granskingarstovnur í Føroyum hevur enn fingið leiðandi leiklut í eini ES verkætlan, og flestu stovnarnir eru bert við í smærri verkætlanum. Fróðskaparsetrið, ið er størsti granskingarstovnurin, fær ongan stuðul til luttøku í verkætlan frá Horizon Europe yvirhøvur.

 

– Eg vil ikki úttala meg um nakran einstakan stovn, men eg haldi, at við teimum nógvu vælskikkaðu starvsfólkunum runt á almennu stovnunum í Føroyum átti tað at verið møguligt hjá hinum stovnunum at fingið meira burturúr avtaluni við ES.

 

- Kanska duga vit væl, men so hart er tað heldur ikki. Tey fimm árini, vit hava virkað, hava vit fingið játtan til umleið helvtina av umsóknunum, ið vit hava sent. Tað kostar at skriva umsóknir, men hjá okkum hevur tað ið hvussu er loyst seg væl. Men um neyðuga orkan ikki verður sett av til at skriva umsóknir, so kemur einki burturúr, sigur Unn Laksá.

 

Nú Sjókovin hevur havt fimm ára føðingardag, er Unn væl nøgd við, at upprunaliga ætlanin um at gerast ein depil undir Fróðskaparsetrinum varð av ongum.

 

- Tað tók minni enn eina viku at fáa allar fyritøkurnar at fíggja stovnsfæið og tveir mánaðar at stovna Sjókovan. Eg var næstan beinanvegin glað fyri, at vit blivu ein sjálvstøðugur stovnur.

 

- Eg vænti ikki, vit høvdu klárað tað sama, um vit høvdu verið ein almennur stovnur. Tað gevur ein annan anda og dynamikk, at vit eru sjálvstøðug, og vit nýtast ikki at spyrja nakran eftir, hvørjum verkætlanum og hvørjum fundum og ráðstevnum vit skulu luttaka í, sigur hon.

 

Virksemið uttanfyri vindeygað á bryggjuni í Leirvík hevur eisini nógv at siga fyri tey, ið sita inni í skrivstovuhølunum.

 

- Vit liggja her mitt í rokanum av alivinnuni og fiskivinnuni. Vit síggja skipini landa uttanfyri vindeygað, og tað eru heili fýra fiskavirkir bara her í bygdini. Fyri okkum snýr tað seg serliga um at loysa trupulleikar, sum eru viðkomandi fyri føroyska vinnu. Tað verða vit mint um hvønn dag við bert at hyggja út gjøgnum vindeygað,  sigur Unn Laksá.   

 

###

 

 

 

 

##med2##

 

Unn Laksá

 

Bachelor í stjórnmálafrøði

 

Master í stjórnmálafrøði og samskifti

 

2013 Ph.d. í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool

 

2013 – 2020 Verkætlanarleiðari í Syntesa

 

2020 – Stjóri í Sjókovanum

 

Unn Laksá tók stig til Sjókovan í 2020 og hevur verið stjóri á stovninum øll árini. Mynd: Benjamin Tvørfoss

Sjókovin heldur til í hølum hjá Bátasavninum á bryggjuni í Leirvík

Magni Laksáfoss arbeiðir sum greinari í fleiri verkætlanum saman við Unn Laksá. Hann hevur ph.d. í búskaparfrøði frá Roskilde Universitet. Mynd: Benjamin Tvørfoss

Juliana Arias Hansen hevur starvast sum granskari á Sjókovin frá byrjan. Hon hevur MA í altjóða búskapi og menning frá University of Applied Sciences í Berlin. Mynd: Benjamin Tvørfoss