Fríggjadagin fekk Landingarmiðstøðin á Toftum nýggjar eigarar, og nýggju eigararnir eru teir somu, sum síðani hálvan apríl í ár hava leigað landingarmiðstøðina frá trotabúnum.
Síðani P/F Landingarmiðstøð Føroya mátti gevast við virksemi sínum fyri páskir í ár, hevur bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, havt ábyrgdina av búnum.
Virksemið lá bara stilt í ein lítlan mánað, tí síðani 15. apríl í ár hevur Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv leigað landingarmiðstøðina frá trotabúnum.
Tað er hetta felag, Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum nú hevur keypt landingarmiðstøðina. Talan er um ein samanbygdan virkisbygning við tilhoyrandi rakstrargøgnum.
Eigararnir í Sp/f Landingarmiðstøðini við Toftagjógv eru Niclas Davidsen, Rúni Lamhauge, Per Mikkelsen og Sp/f Molva v/ Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen.
Niclas Davidsen er nevndarformaður, og Rúni Lamhauge er stjóri.
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, vil einki siga um, hvussu nógv bygningur og rakstrargøgn á Toftum eru seld fyri.
Áhugi í Klaksvík
Tá Landingarmiðstøð Føroya varð send til trotabúðarviðgerð, var talan um landingarmiðstøðirnar bæði á Toftum og í Klaksvík, og enn liggur landingarmiðstøðin í Klaksvík hjá trotabúnum og er ikki seld útaftur.
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, sigur, at áhugi er eisini fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík, men enn er ikki komið undir land við sølu av hesari.
- Vit eru í samráðingum við áhugaðar keyparar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat fer at spyrjast burturúr. Í øllum førum kann eg siga, at áhugi er fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík eisini, sigur bústjórin.