Áhugin fyri flogbólti er vaksandi millum fólk

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr prátið Hilmar Jan Hansen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum undan steypafinalunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum stutt undan steypafinalan hjá kvinnum millum KÍF og TB byrjaði.

 

Magnus Tausen staðfestir, at áhugin fyri flogbólti er vaksandi millum fólk. Tað er rættiliga góður standur millum tey íðkandi, og nú byrjar áhugin eisini at vaksa millum tey, sum hyggja eftir flogbólti.

 

Magnus Tausen er spentir uppá mans- og kvinnufinalurnar í dag. Hann er serliga spentur uppá kvinnufinaluna millum KÍF og TB, har KÌF kanska hevur betri liðið, meðan TB hevur størsta stríðsviljan, og tí væntar hann, at talan verður um eina sera javna steypafinalu.

 

Í teimum yngri deildunum staðfestir Magnus Tausen, at tað stendur serliga væl til hjá SÍ og hjá Fleyr, sum hava nógv lið í teimum yngru steypafinalunum.