Hugleiðingar undan kommunuvalinum

Kommunupolitikarar kring landið ganga nýggjum og spennandi avbjóðingum á møti

M.a. er líkt til, at breið semja nú umsíðir er á løgtingi um at skipa landið í færri og størri kommunueindir – einar sjey í tali.

Sambært samgonguskjalinum hjá nýggju landsstýrissamgonguni verður miðað eftir, at hetta skal verða veruleiki í 2011, so ivaleyst fer hetta at skunda undir upp aftur fleiri sjálvbodnar kommunusamanleggingar í næstum.

Ein broyting av kommunala landkortinum í Føroyum er neyðug til tess at vit kunnu fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum landið og kommunurnar. So at málsøki, sum í dag liggja undir landinum, kunnu verða løgd út til kommunurnar at umsita. Eitt nú fólkaskúlin og eldrarøktin.

 

Eitt kommunufelag og eina brennistøð

 

Fyrsta dagin verður nýtt kommunufelag sett á stovn, sum fer at fevna um allar kommunurnar í landinum. Hetta merkir, at Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya fara í søguna.

Kommununala arbeiðsgevarafelagið verður samstundis skipað sum ein deild undir nýggja felagnum.

Hetta má sigast at vera ein røtt og skilagóð avgerð, sum vónandi bæði fer at styrkja samskiftið kommunanna millum og ikki minst mótvegis landsmyndugleikunum o.ø.

Stuttligt hevði verið, um hetta eisini kundi elvt og eggjað komandi kommunupolitikarum til at fingið eitt samstarv í lag um eina nýggja, felags brennistøð fyri alt landið, tá tær báðar verandi brennistøðirnar hava tænt fyri seg um eini 10-15 ár ella so.

Tórshavnar kommuna eigur í hesum sambandi at leggja lendi av til eina tílíka brennistøð nærindis elverkinum hjá SEV á Sundi.

Hetta hevði m.a. havt við sær, at vit kundu økt munandi um fjarhitaorkuna í Suðurstreymi og framleiðsluna hjá SEV av grønari orku.

 

Blokkstuðul ongan áhuga

 

Nýggja landsstýrissamgongan ætlar eisini at seta eina kommissión m.a. at fyrireika útjavning og blokkstuðul.

Eini útjavning sleppa vit neyvan undan, og persónliga ræðist eg heldur ikki eina tílíka skipan, væl at merkja um hon er bygd á bæði eina sakliga inntøku- og útreiðslujavning.

Harafturímóti havi eg ilt við at góðtaka eina blokkstuðulsskipan sum lið í flytingum av málsøkjum til kommunarnar.

Tað undrar meg eisini, at hetta yvirhøvur er komið aftur á breddan.

Tey, ið gjørdu kommunuálitið frá 1998, mæltu frá at seta eina heildarveitingarskipan í gildi í Føroyum, m.a. tí at hetta ikki gav borgarunum eina nóg greiða mynd av, hvat kommunuvirksemið í roynd og veru kostar.

Heldur enn at fáa blokk frá landinum fyri t.d. læraralønirnar, eigur javningin at fara fram um skattin, so at landsskatturin minkar við tí skattaprosenti, sum læraralønirnar kosta, og kommunuskatturin veksur so samsvarandi við hesum sama skattaprosenti.

Hetta hevur eisini verið leisturin, ið nýttur hevur verið higartil í teimum førum, málsøki eru flutt til kommunurnar at umsita. Hetta hevur riggað væl, og tí fari eg at mæla landsstýrinum til at halda fast við hesa skipanina.