Hugleiðingar undir víkjandi búskapi

Hugleiðingar:

Fleiri og fleiri skip leggja, oljuprísur er á himmalferð, løgmaður veit ikki síni livandi ráð og føroyingar flyta burtur og koma helst ikki aftur. Umframt hetta eru fiskastovnarnir niðurfiskaðir. Soleiðis hevur ljóðað í seinastuni.

 

Ttað jú soleiðis, at alt eftir, hvar tú ert í samfelagnum, so síggja kreppur ymiskar út. Eg veit tað frá mær sjálvum, og eg síggi, at onnur hava tað nakað á sama hátt. Spyr bert, um tað ikki er rætt at spara í trongum tíðum, og tey flestu halda, at tað er rætt, men tað eru sera fá, sum halda, at tað er rætt at spara á tí rókini, har tey sjálvi sita. Hetta er ein royndur lutur. Tann, sum er settur til at spara á fleiri feltum - eisini har hann sjálvur er – man hava ásannað mangar ferðir, at tað er torført at fáa umboðini fyri tann sektorin, sum sparast skal á, at ganga við til at spara hjá sær. Eg eri nú mest uttanfyri tað, sum eg annars havi verið uppi í, men eg veit ikki, um eg dugi at síggja tingini frá einum meira neutralum støði.

 

Oljukreppur hava verið fleiri. Ein byrjaði í 1979. Samstundis var ein onnur kreppa, sum tó sást og hoyrdist lítið til. Øll londini við Norðuratlantshavið settu síni fiskimørk út á 200 fjórðingar. Hetta gekk mest út yvir føroyingar, tí so stórur partur av okkara veiðiflota royndi uttanfyri tað nýggja føroyska sjómarkið, og vit høvdu hvørki royndirnar ella førini til at seta inn á ta føroysku leiðina.

 

Hættir at loysa kreppur uppá.

Tey flestu vilja helst siga, at hátturin at loysa kreppur uppá við at veita ymisk sløg av studningi, sum varð byrjaður í 1975, og tók dik á seg í 1979, var skeivur, og helst førdi til ta stóru kreppuna, sum kom í 1990 og út eftir.

 

Óivað var tað so, at av tí at studningurin var verðandi og ikki lækkaður aftur, hóast tað kundi verið gjørt, so fór tað av sporinum til endans. Hann varð ongantíð játtaður av løgtinginum meira enn eitt ár í senn. Tað vóru aðrar lógir, sum eisini áttu at verðið avtiknar fyrr, enn tær vórðu. Til dømis var lógin, sum kallaðist “Stuðul til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum” í gildi nógv ár aftaná, at fleiri før ikki áttu at komið inn í flotan. Tað hevði verið áhugavert, um onkur fór at kanna og lýsa bæði tær positivu og negativu síðurnar á stuðlinum.

Prinsipielt haldi eg ikki, at tað altíð er skeivt at veita stuðul, heldur ikki til eina høvuðsvinnu, men trupulleikin er, at tað skulu sterkir politikarir til at passa slíkar lógir, og tað er tíverri ikki altíð, at teir eru til steðar.

 

Eg haldi, at um studningurin hevði verðið avtrappaður frá 1984 og úteftir, so hevði ikki verið so ógvislig kreppa fyrst í 1990-unum, men táið hann næstan allur varð avtikin eftir bert tveimum árum, so mátti tað geva ein skelk.

 

Ofta er tað soleiðis, at táið nakað verður gjørt, sum vísir seg at vera skeivt, so verður sagt, at hetta skal aldrin henda aftur, og so fer man yvir í hina grøvina, sum mangan er líka skeiv sum tann, man roynir at koma burtur úr. Tí eigur fyrsta hugsanin, ein ger sær, at ansa eftir, at ikki verður farið ov langt yvir í hitt borðið, tí tað kann geva líka stóra slagsíðu, men bert á mótsett borð.

 

Í Føroyum í dag er tað ikki gott latín at siga, at tað kann vera rætt at stuðla nakað, sum hevur við vinnulívið at gera, men eg eri ikki samdur, og okkum tørvar ikki at fara so langt út í heimin fyri at síggja, at nógvur stuðul verður veittur av ymiskum slag, og summa staðir verður tað rópt búskaparligt undur, sum tað hevur ført við sær. Til dømis eru Portugal og Írland dømir um hetta. Annars var talan um, at ES skuldi halda uppat við sínum landbúnaðarstuðli, men tað eru astronomiskar upphæddir, sum enn verða veittar. Um tað er gott ella ikki, dugi eg ikki at døma um.

 

Fiskivinnupolitikkur

Nú hava vit havt eina fiskivinnuskipan síðani 1996, sum byggir á veiðiorku. Eg haldi, at skipanin er góð, men av tí, at hon byggir á veiðiorku, so má eisini fylgjast við, hvussu veiðiorkan er, og hvussu og um hon broytist. Tað er jú meiningsleyst ikki at fylgja við og kanna, hvussu hon háttar sær. Skip koma og fara úr flotanum, og ymist verður gjørt við tey, sum kann broyta veiðiorkuna. Tað má vera eftirlit við tí á sama hátt, sum eftirlit er við fiskiskapinum úti til havs. Eg vil halda uppá, at tað er lættari at hava eftirlit við viðurskiftiunum umborð á skipunum enn tað er at hava eftirlit til sjós, t.d. við hvat verður útblakað av fiski. Tað eru nógvir stovnar og fyritøkur, sum vita, havt hendir við tí, sum verður gjørt umborð á skipunum við nýggjum tólum og øðrum, og tað er lítið fyri hjá myndugleikunum at biðja tey hava eftirlit við, hvat verður gjørt, og siga myndugleikanum frá tí. Teir flestu av hesum stovnum eru ofta umborð á skipunum kortini, og kunnu tí saktans boða frá teimum broytingum, sum hava ávirkan á veiðiorkuna.

 

Hvat eigur at verða brúkt sum mát fyri veiðiorku kunnu kanska vera ymiskar meiningar um. Hjá trolarum eru fiskidagar og pelatrekk hampiliga góð mát, og hjá línuskipum dagar og húkar. Eg hugsi, at um tað verður fylgt væl við hesum, so ber til at halda tað einum brúkiligum støði, men sum nevnt, so skal tað hondhevast fyri at kunna virka nøktandi.

Eg minnist, at Jóhann Sigurjónsson, leiðari á fiskirannsóknarstovuni í Íslandi, segði við meg, at hatta er helst ein góð skipan, men hvussu kunnu tit halda skil á veiðiorkuni? Eg helt við hann, at tað átti at vera lættari at halda skil á veiðiorkuni, enn at fylgja við tí, sum hendir umborð á skipunum í sjónum. Eg veit ikki, um eg havi rætt, men eg haldi sum nevnt, at tað eigur at bera til.

Við í føroysku skipanini eru eisini stongdar leiðir. Tað haldi eg vera skilagott, tí tá kunnu leiðir avmarkast, har ymiskar grundir eru til ikki at fiska á teimum. Eisini er gott, at tað eru leiðir, har fiskur kann fáa frið, tí fiskur er ikki býttari enn allir aðrir skapningar. Hann fer hagar, sum hann fær frið. Eru tað leiðir, sum tað er liviligt hjá fiski at vera á, sum stongdar eru, vil tað eisini verja fyri, at fiskurin verður trároyndur, tí hann fær sum nevnt frið har. Hetta er ein góð skipan, um hon verður brúkt við skili. Tað man vera minst helmingurin av leiðini innanfyri 200 metra dýpi, sum er friðað fyri troling.

 

Niðurfisking og uppbygging av fiskastovnum.

Tað verður nógv tosað um at niðurfiska stovnarnar, og hvussu teir kunnu byggjast uppaftur. Tað hevur víst seg, at fiskiskapur hevur ikki tann størsta týdningin fyri, hvussu stórur ein fiskastovnur er. Hann hevur týdning, men aðrir faktorar hava stóran týdning. Tað verður sagt av mongum, at nú skulu fiskastovnarnir byggjast uppaftur, og tað er tað sama sum at minka fiskiskapin ella heilt halda uppat. Hetta hevur víst seg ikki at passa. Tað eru mong dømir um, at fiskur kemur ikki aftur, um tað verður steðga við at fiska. Eg havi ikki hoyrt vísindina úttalað seg enn um hetta, men eg vænti, tað kemur. Men tað gongur ofta so leingi, áðrenn tað frá vísindaligari síðu verður ásannð, at nakað ikki er, sum tey hava hildið. Eg haldi meg ikki vera nakran vísindamann, men so mikið havi eg av royndum á hesum øki, at eg tori at úttala meg so avgjørdur. Tað eru aðrir faktorar, sum gera, at ein stovnur veksur ella minkar. Eitt annað er, at um vit skulu hava javnan fiskiskap, so skulu vit so langt niður í veiðu, at tað vil vera høpisleyst at gera tað. Vit mugu liva við, at tað er meira fiskur til eina tíð enn eina aðra. Tað hava vit liva við leingi, og tað ber eisini til at halda fram við tí.

 

 

Kreppur koma og fara.

Kreppur vara sjáldan við í nógv ár, og tað ger hendan helst heldur ikki, hóast vit ongantíð vita tað fyri vist. Tær kreppur, sum eg sjálvur havi upplivað, hava vart í nøkur fá ár. So stilla tingini seg aftur hvørt eftir øðrum, t.d. við inflatión, og takið hevur verið at yvirlivað tvørturum tað tíðarskeiðið, til tingini hava normaliserað seg aftur. Tað kann vera hart, og fleiri fyritøkur kunnu fara av knóranum. Tað í sær sjálvum er kanska ikki so ringt fyri samfelagið, men tað kann taka fast fyri tey, tað rakar. Fyri samfelagið kann tað eisini verða trupult, um tað er ein stórur partur, sum steðgar upp, tí so kann verða leingi at koma í gongd aftur. Tá haldi eg, tað kann vera rætt at hjálpa til fyri at minka um longdina á krepputíðini.

 

Nógvir føroyingar eru rættiliga mobilir, táið tað kemur til at finna arbeiði uttanlands. Sjómenn, bæði í fiskivinnu, oljuvinnu og í farmavinnuni, hava vallað trupulleikar við at finna arbeiði uttanlands, um ovlítið er at gera eina tíð, og tað hevur eisini víst seg at vera møguligt hjá handverkarum at finna arbeiði uttanlands. Hetta kann vera ópraktiskt fyri teir, men fyri at lívbjarga sær og sínum kann tað vera ein loysn. Verða teir búgvandi í Føroyum, so er tað inntøka fyri landið, og aðrar staðir verður tað roknað sum ein fyrimunur, at borgarir í landinum virka í útlandinum, serstakliga um tað er arbeiði, sum krevur ávísa útbúgving.

 

Tað er nógv frammi fyri tíðina, at føroyingar velja sær eina útbúgving uttanlands, sum ikki kann brúkast í Føroyum, tí tað slagið av vinnu, teir hava útbúgvið seg til, ikki er í landinum. Eg haldi ikki, at Føroyar hava skyldu til at útvega teimum arbeiði, sum fara burtur at lesa, um tey lesa til tað, sum ikki finst í Føroyum. Tá haldi eg, at viljin til at koma heimaftur, ikki er nóg stórur, men lesa tey fyri at útbúgva seg til nakað, sum tey sjálvi kunnu seta á stovn í Føroyum, so er tað sjálvandi nakað annað.

 

Vit hava yvirlivað fleiri kreppur, og vónandi koma vit ígjøgnum hesa við, og at alt, sum gerast kann, eigur at verða gjørt fyri at kreppan ikki verður alt ov hørð fyri fólkið, her býr. Tað eru hóast alt ikki so fá, sum koma eftir, at grasið í Føroyum er kanska líka grønt sum aðrastaðni.