Í samrøðu við Sosialin í vikuni um tað sonevndu »Toronto-rørsluna« ávarðar ein annar prestur, Peter O. K. Olofson ímóti upplivingum og undirstrikar týdningin av at byggja á orðið.
Fólkakirkjan hýsir sostatt nógvum meiningum og tað skal kirkjan sjálvsagt ikki lastast fyri. Men tá meiningarnar hjá sálarhirðunum spenna so langt sum eystur er frá vestur, so kunnu
lombini lættliga gerast ørkymlaði og ikki kenna høgru frá vinstru. So er eisini staðfest, at prestastættin í Føroyum ikki er so teologiskt homogen, sum ólavsøkuskrúðgongan kundi bent á.
Spenna meiningarnar vítt, so er eisini lætt at vera kirkja, tí hon hýsir jú nærum øllum meiningum, og kann tí døma allar aðrar
meiningar uttan at noyðast, at hava nakra meining sjálv.
Í Sosialinum úttala tveir danskir teologar seg um ávísar fríkirkjuligar rørslur. Og hvørki Aagaard frá Dialogcentret í Århus ella Olofson eru mildir við sínum dómum.
Landsmaður teirra Søren Kierkegaard umtalar í skriftum sínum munin ímillum »teater og kirke«. Teatret indrømmer at det er et teater...
Nú er Kierkegaard ikki júst kendur fyri at vera tann stóri diplomaturin. Og 150 ár eru liðin síðani hann skrivaði síni handrit. Ein beiggi hansara var prestur í donsku fólkakirkjuni, og hann bað inniliga sínar starvsfelagar um at bera yvir við sínum sinnisveika beiggja. Síðani er mangt broytt bæði í kirkju og sekt. Søren Kierkegaard er nú heimsgitin heimsspekingur. ºtlendingar leita til Danmark og læra seg danskt til tess at lesa »ørvitisfiskin« Kierkegaard á frummálinum, og sjálvsagt vilja fleiri danskir prestar taka Søren Kierkegaard til inntøku fyri sína kristindómsuppfatan - nú er tað »fínt« at endurgeva Kierkegaard frá prædikustólinum. Soleiðis broytast tíðir og hin »heilaga sjálvrættvísin« livir víðari.
Staddur í Danmørk fyri nøkrum mánaðum síðani, sá eg í TV2 samrøðu við nakrar konfirmantar. Spurdur um hví teir lótu seg konfirmerað svaraðu nærum allir »penge, fest og blå mandag...« Aftaná varð Århus-biskuppurin Kjeld Holm spurdur um han kundið livað við hesum ungdómshugburði. Og biskuppurin svaraði, at hetta órógvaði hann als ikki, tí kanska sat ein hálv regla frá einum Brorson-sálma eftir í huga teirra ungu, »og så var konfirmationsforberedelsen ikke forgæves.«
Stutt eftir varð bóklingurin »Fra minus til plus« eftir týska evangelistin Reinhard Bonnke sendur til hvørt húski í Danmark.
Í tíðindasending í danska sjónvarpinum greiddi ein prestur frá, at honum dámdi ikki tiltakið, men at hann var samdur við innihaldinum í bóklinginum. Síðani var samrøða við Keld Holm (donsk fjølmiðlafólk tykjast at hava serliga áhuga í Århus-biskuppinum) og hann umtalaði tiltakið sum »amerikanisering af kristendommen.«
Dagin eftir stóð ein óvanliga vælskrivað, hvassorðað og beinrakin oddagrein í Jyllands-posten, har blaðið spurdi hví Holm & co. ikki høvdu gjørt meira til tess at mótarbeiða tí demoraliserandi flóðaldu, ið hevði skolað burtur kristin lívsvirði í Danmark, og hví hirðarnir nú vóru á varðhaldi, tá ein bóklingur við 100% bíbilskum innihaldi varð borin í hvørt hús í Danmark.
Hetta var so eitt sindur um »yvirhirðan« hjá Aagaard sum aftur er »serkønur yvirdómari« hjá »religiónsforvirraðum« føroyingum. Teatrið hjá Kierkegaard rennur mær aftur í huga.
Danska fólkakirkjan hevur fostrað mong stórmenni sum t.d. Grundtvig, Brorson, Vilh. Bech, Skovgaard-Petersen o.s.fr., hetta eru persónar ið eg havi lisið og havi stóra virðing fyri, men teir høvdu óivað vent sær í grøvini vitstu teir um støðuna í tí kirkju, sum hevur fostrað Aagaard og Olofson.
Sum ikki fólkakirkjulimur skal eg viðganga, at fríkirkjur eru alt annað enn lýtaleysar. Men tá teologar eru skjótir við peikifingrinum at øðrum rørslum, so vóni eg at teir tola eina meting uttanífrá.
Ítrúnaður er viðkvæmt evni og blaðfólk vita, at slíkt evni uppteka lesaran. Blaðmaðurin Edvard Joensen, (sum eg kenni væl frá lestrartíð í Århus) hevur m.a. endurgivið gudfrøðingar og tað er sera náttúrligt. Men gudfrøði er øðrvísi »vísundagrein« enn t.d. læknafrøði ella løgfrøði. Ein eigur sjálvsagt ikki at óttast lærdóm og kunnleika. Men innan gudfrøði er deyð vitan eingin trygd fyri veruligari dømikraft, av tí at ein bert kann læra Jesus at kenna ígjøgnum opinbering (Mt. 16,17). Vit eiga at minnast til, at tað vóru gudfrøðingar ið kravdu Jesus krossfestan, steinaðu Stefanus og forfylgdu leikmennirnar úr Galilea
(ápostlarnar). Tað vóru kirkjuligir embætismenn, ið dømdu Jóhan Hus til bálið, av tí at hann prædikaði Jesus Kristus. Tá blóðvitnið stóð bundið fast til steyran og klárt var at festa í, kom ein eldri kona við einum spreki sum hon legði at viðinum. Hennara partur av avrættanini skuldi ikki liggja eftir. Henda neyðar kona átti onga Gudstrúgv, men hevði eina blinda trúgv á eitt religiøst maktapparat. Tað sigst, at blóðvitnið Hus tá skuldi mæla hesi orð: »Heilaga fávitska«.
Í hesum døgum eru amerikumenninir Steve Witt og Guy Guyereau í Føroyum og halda kristiligar fundir. Eg kenni báðar persónliga og veit, at stavnhald teirra er - »ikki út um tað sum skrivað stendur.«
Men smb. tað sum ávísir borðreiða við í fjølmiðlunum, so fáa vit ikki loyvi til at døma træið útfrá ávøkstinum. Kaldir miðaldarvindar við vankunnleika, fordómum, forútfataðum meiningum og teologiskum hugmóði bera viðasprek til bálið.
Hóast bæði ápostlarnir, Jóhan Hus og Kierkegaard eru farnir, so livir hin »heilaga fávitskan« víðari, eisini í Føroyum.