Hugnalig jól í miðbýnum í Havn

Sum vant, verður nógv gjørt burtur úr í miðbýnum jólamánaðin. Og í ár eru fleiri nýggj tiltøk, sum skulu geva býnum ein hugnaligan jóladám. Eitt nú fer Býarbókasavnið at hava eina jólastovu í hølunum inn frá gongugøtuni. Har fara jólamenn at lesa søgur, og børnini kunnu tekna og klippa jólapynt. Í Joto-hølinum ber til at keypa alskins jólaprýði og jólalutir.

Handilin hjá Katrinu Christiansen úti á Reyni verður latin í ein søguligan ham, sum ein gamal handil við øllum tí, ið hartil hoyrir.

Allar jólasmátturnar í Tinghúsgarðinum, verða innrættaðar sum jólaheim frá 50?unum. Framsýningarnar, sum eru heilt serstakar, verða at síggja allan desember mánað.

?Jól í miðbýnum? byrjar sama dag, sum stóra jólatræið á Vaglinum verður tendrað, leygardagin 28. november. Eins og undanfarin ár vitja jólamenn og brandbilurin. Eisini verður kórsangur. Jólasøla verður oman eftir gongugøtuni og aðra staðni í miðbýnum. Borgarstjórin heldur røðu.

Smáir sølubásar fara eisini at standa á sjálvari gongugøtuni alla desember mánað. Teir lata upp leygardagin 5. desember.

Tey, ið ætla sær søluloyvi ella at skipa fyri tiltøkum í jólamánaðinum, mugu boða frá hjá kommununi innan 1. desember. Les meira um skránna á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu, www.torshavn.fo.