Men eftir at politikkararnir eru uppdagaðir í sínum svikum, so hendir ikki stórvegis meira enn tað, at politikkararnir hereftir fara at skava útyvir alt skarnið, ið teir hava framavla í landinum, eins og kettan ger við sítt skarn, eftir at hon er sloppin av við sítt. Meiri hendir so ikki í málunum, og eingin verður sektaður (burtursæð frá skattgjaldaranum, honum sum nýtir musklarnar at arbeiða við). Eingin sekur verður koyrdur. Skuldi tað nú hent, at ein politikkari ger okkurt gali, og sekt skal leggjast á, so er tað landskassin ið gjaldar og ikki hin einstaki politikkarin. Men um hin meinigi maðurin forbrýtur seg, so má hann gjalda fyri tað sjálvur, altso muskularbeiðandi persónurin rindar í báðum førum, meðan politikkarin altíð kemur at sita og skúma róman, líka mikið hvussu víkir og vendir. Og veljarin situr bert og gløðir sum ein mua og sigur einki. (Lógarfrasan: »Øll eru líka fyri lógini, er tó ikki tilrokna teimum, sum sita við ræðið í landinum á sínum ymsu plássum í landinum«).
Hóast alt hettar, so siga allir politikkararnir sum við ein munn, at Føroyar eru ein kristin tjóð? Men ímillum politikkarar sita eisini fleiri av teimum, sum eisini hava leiðandi leiklutir í sokallaðum kristnum samkomum, hvilket tragiskt syn! ? Hyklaríið leingi livið! ? Tit kunnu ikki tæna Guði og Mammon, tit kunnu ikki ríða á tveimum hestum samstundis, tit kunnu ikki verða kristindómsins tænarar og politikdómsins tænarar! ? Men jú siga tit hóast hettar beint ímóti slíkum allíkavæl. Tit fáa løn fyri at bróta alt, sum er rundanum tykkum, bert tit ikki fara fyri skeyti sjálvir.
Prestarnir í fólkakirkjuni eru statsstýrdir og fáa harvið ikki loyvi til at læra út frá bíbliuni, tí ger ein slíkur prestur tað, so verður hann koyrdur við brestin. Men jú størri rotinskapurin í landinum veksur, jú størri og dýrari kirkjur og samkomuhús vera bygdar við sínum ekstremt dýrum innrættningum, heldur enn at neyðstødd fingu hesar peningaupphæddir til góðar í staðin fyri. ? Eg var svangur, men...?
Men tað flottasta av øllum er, at bíblian sigur klárt, at øll, ið halda seg til lógverk, eru undir banni! (Gal. 3:10). So vita tit nú, øll tit, sum forsvara lógina í landinum, hvørjum tit liva og hoyra inn undir, ikki so?
Jamen, hattar meintist við móselóg og hevur einki við okkum at gera, siga tey flestu. Ja, helst tað, men vit skulu minnast til, at móselóg sum tó var hildin fyri at innihalda ávísa dýrd í sær, ikki var nakað annað enn ein tænasta fordømingarinnar, men harvið mugu vit ongantíð halda, at vit á okkara døgum duga nógv betur at smíða lógir, enn smíðararnir av móselóg, nei, okkara landsins lógir í dag eru á nógv nógv lægri støði enn móselóg, og politikkarar fara ongantíð at koma upp til knýggja á smíðarunum á móselóg, hvørs lóg als ikki kundi nýtast allíkavæl til frelsu, bjarging og bata í samfelagnum. Tí, var Móselóg bert ein tænasta fordømingarinnar, hvussu ikki mikið meira verður lógarsmíð á okkara døgum júst tað sama? Men lóggevingin í Føroyum gevur einamest ágóða til politikkararnar sjálvar við familju, men annars ikki tað stóra til hini, tíverri. Eins og ísraelsfólk í forum høvdu Móselóg, so hava vit á okkara døgum eina Egoistlóg, tilevnað av politikkarum einans til signing fyri politikkarar sjálvar, men við ágóðanum, sum annars tilhoyrir Palleba og Josefinu!
Jú fleiri kirkjur og samkomuhús ið bygdar vera í landinum, jú færri kristin vera í landinum. ? Hettar er altíð til allar tíðir eitt álítandi barometur!