Hugsa stórt við báðum beinum á jørðini


-Vit vilja fegin stuðla, tá fólk hava slíkt áræði. Tað er nakað vit hava brúk fyri. Hugsa stórt við báðum beinum á jørðini. Tað er kunsturin. Og tað hevur Talvsambandið megnað segði Bjarni Olsen, sparikassastjóri á tíðindafundi við talvmeistaranum Kasparov í vikuni.

 


Talvkongur vitjar




-Tygun eru vorðin ein legenda í talvheiminum. Milliónir av telvarum hava stóra virðing fyri tygara spælihátti. Tað hevur verið ein serstakliga stórur íblástur hjá okkara telvarum at síggja tygum spæla. Nakrir teirra hava telvað móti tygum og fyri teir er hetta ein uppliving fyri lívið. Eg eri vísur í, at tygara vitjan fer at eggja mongum ungum føroyingum at byrja at telva segði sparikassastjórin Bjarni Olsen í heilsan síni til talvkongan Kasparov á tíðindafundi í Havn mánadagin.


Hann beyð annars Kasparov at koma aftur til Føroya sum ferðamaður. -Vónandi kanst tú mæla fólki tú kennir til at koma og vitja land okkara. Tað kann hava stóran týdning fyri smáu oyggjar okkara. Tøkk fyri at tygum vildu koma til Føroya harra Kasparov.


Tíðindafundurin við Garry Kasparov varð hildin í nýggju hølunum hjá Føroya Sparikassi, Yviri við Strond. Sparikassatjórin fegnaðist tí eisini um at kunna bjóða Garry Kasparov vælkomnan í Føroya Sparikassa. -Tað er ikki hvønn dag vit hava so mætar menn at vitja okkum, og tað er ein stórur heiður at fáa eitt slíkt høvi.


Virkið talvsamband

Bjarni Olsen vendi sær eisini til Talvsamband Føroya og formann tess Rana Nolsøe. -Fólk spyrja kanska seg sjálvan, hví Føroya Sparikassi er høvuðsstuðul fyri hesum tiltaki hjá Talvsambandinum. Tað skal eg so væl siga. Talvsambandið er sera virkið við ymsum tiltøkum, sum røkka longur út enn vanligt.


Tað at bjóða Kasparov til Føroya er nakað sum tey flestu høvdu aftrað seg við at gjørt. Kasparov er eitt verðinsnavn. Vit føroyingar eru vanliga nakað afturhaldandi av náttúru og mangla ofta eisini eitt sindur av sjálvsvirðing. Men Talvsambandið letur seg ikki avmarka av slíkum kenslum. Rani Nolsøe og onnur hava sett sær fyri at føra hesa verkætlan út í lívið. Tað haldi eg er óført. Og vit vilja fegin stuðla at fólk hava slíkt áræði. Tað er nakað vit hava brúk fyri. Hugsa stórt við báðum beinum á jørðini. Tað er kunsturin. Og tað hevur Talvsambandið megnað. Tiltakið er gjøgnumhugsað og vælfyrireikað. Bæði almenningurin í Føroyum og føroyskir telvarar munnu hava fingið nógv burturúr. Tað hevur verið einastandandi at sæð besta telvara gjøgnum tíðirnar ?in action?. Slíkt áræði, sum Talvsambandið hevur víst við hesum tiltaki vilja vit í Føroya Sparikassa gjarna stuðla.



Kasparov ger Føroyar kendar

Bjarni Olsen segði víðari, at tað eisini eru aðrar orsøkir til, at teir eru við í hesum tiltaki.


-Tað, at vit fáa Kasparov henda vegin, ger, at eyguni verða venda móti Føroyum. Í hvussu er eyguni hjá teimum, sum hava áhuga fyri talvi. Vit hava brúk fyri, at Føroyar gerast meira kendar í útheiminum. Tað hevur størri týdning enn vit kanska gera okkum far um. Tað er t.d. ein stórur fyrimunur, tá ið vit skulu handla við útlendingar, at teir vita nakað um Føroyar. Og sjálvandi hevur tað eisini stóran týdning fyri ferðafólkavinnuna, at nøvn sum Kasparov eru við til at gera Føroyar kendar.


Seinast ? men ikki minst ? vil eg nevna, at Føroya Sparikassi eisini er við, tí talv er nakað serligt. Tú telvar við høvdinum. Tú skal hugsa. Tú skal fáa hugskot. Tú skal tora. Tú skal leggja ætlanir. Tú skalt vera ótraditionellur.


Kasparov er ein góð fyrimynd í so máta. Ótraditionnellur, ágangandi og umhugsin.


Hetta er í tráð við tað, sum vit halda Sparikassin skal gera á peningastovnsøkinum. Vit halda at tað er ótrúliga týdningarmikið, at vit taka nýggj stig. Umhugsað stig. Planløgd stig. Skulu vit koma fram og vinna, so er ikki nóg mikið bara at vera traditionellur segði Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa á tíðinafundinum við Kasparov í vikuni.


Eftir tíðinafundin handaði sparikassastjórin Kasparov eina gávu til minnis um ferðina. Ein bók um listamálaran Sámal Joensen Mikines og ein um Ingálv av Reyni. Triðja bókin var myndabók við myndum úr Føroyum. (Lesið eisini frásøgnina frá tíðindafundinum í leygardagsblaðnum, har Kasparov tosar um føroyska telving, um seg sjálvan og um talv sum heild, blaðm.)


Umframt Føroya Sparikassa sum høvuðssponsor stuðlaðu eisini hesi vitjanini: Føroya Shell, UMMS, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna, Norðurlandahúsið, Klaksvíkar Kommuna, LÍV, Farodane, J. F. K. Heilsøla, Faroe Salmon, Ewos og Silja.