Løgmaður situr í hesum døgum á einum øðrum áarbakka, og míni ráð til hansara skulu verða, at hann sum Cæsar, uttan annars at gera samanberingar, eisini hugsar seg væl um, áðrenn hann tveitir terningin niðan í uttanlandsnevndina.
Vert er at geva gætur, at sjálvt um trøini ikki veksa inn í himmalin, so er tíðin nú búgvin til at gera skilagóðar og munagóðar broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Vit vita, at føroyingar fáa stórt sæð tað, sum føroyingar ynskja. Danir bíða bert eftir einum føroyskum útspæli. So stóri spurningurin er ikki, hvat danir siga ella halda, men hin vegin hvat vit føroyingar kunnu semjast um? Kunnu vit finna eina semju, sum eisini kann vinna undirtøku á einari fólkaatkvøðu?
Møguleikin er søguligur, og tað kann ikki fyrigevast okkum politikkarum, at vit ikki gera skilagott brúk av hesum møguleika. Og skilagott merkir í mínari verð eina loysn, sum hevur undirtøku í føroyska fólkinum.
Seinasta veljarakanningin var ein týðilig ábending til fyrst og fremst løgmans um, at fer samgongan bert fram við sínum ætlanum um fullveldi uttan at taka andstøðuna við, so er tað rættiliga sannlíkt, at alt málið verður felt av Føroya fólki við eina fólkaatkvøðu.
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt løgmann, sum tann stóri diplomatur hann jú er, siga, at tað verður neyðugt við breiðari politiskari semju, áðrenn vit fara til samráðingar um broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Og vit eru fleiri og fleiri, sum taka undir við hesum sjónarmiði.
Men í Dagblaðnum mánadagin sigur løgmaður, at hann ætlar at fáa samráðingaruppleggið niðan í uttanlandsnevndina seint í novembur mánaða. Víðari sigur løgmaður, at hann roknar við at telvingin í nevndini við andstøðuflokkarnar fer at verða drúgv. Hetta boðar í hvørfall mær frá, at hann ikki ætlar sjálvur at brúka serliga nógva tíð og orku til at kjakast við andstøðuna um eina semju, áðrenn hann kastar terningin.
Mangt bendir nú á, at løgmaður ætlar at avreiða málið til uttanlandsnevndina, og síðan skal tað verða upp til nevndina at gera eina semju. Hetta er at skulka sær undan uppgávuni. Hette er at renna undan málinum.
Og eitt kann eg vissa løgmann um, og tað veit hann eins væl og vit aðrir, at uttanlandsnevndin er ikki eitt ?Mekka? fyri diplomati á høgum støði. Har verður betongdiplomatiið brúkt, og teir, sum eru við, eru við, og hinir kunnu so sita við sínum. Stutt og greitt. Tað verður neyvan nøkur semja snikkað til í hasi nevndini. Tað havi eg so ikki nógvar vónir um.
So, um løgmaður veruliga hevur meint nakað við orðunum um tað breiðu semjuna, so haldi eg, at hann skal sjálvur taka stig tann vegin, áðrenn málið verður latið uttanlandsnevndini. Alt annað er at vísa ábyrgdarloysið í einum týðandi máli. Løgmaður er leiðari fyri samgonguna, so tað er bæði rætt og náttúrligt, at hann átekur sær hesa uppgávuna. Eg kenni úrslitið frammanundan, um formaðurin í uttanlandsnevndini skal standa á odda fyri slíkum samráðingum.
Og vónandi veit løgmaður, at semjan kemur ikki av sær sjálvum. Hon kemur ikki dalandi úr leysum lofti. Men hon kann skapast við politiskari telving. Men tað verður ein torfør semja at gera, og tí krevst umframt ríkiliga tíð eisini smidligheit.
So míni ráð til løgmans eru enn einaferð, at hann tekur stigið til samráðingar við andstøðuna, áðrenn málið fer í uttanlandsnevndina.
Lat ikki myndina av Cæsar við ánna Rubicon gerast eina mynd av øðrum heryvirmanni, nevniliga Napoleon við Waterloo.
Jóannes Eidesgaard