Heiti: Mannen som slutade ljuga
Høvundi: Dan Josefsson
Forlag: Lind & Co
Meðan eg las bókina "Mannen som slutade ljuga" var eg rættuliga strævin at umgangast. Eg hugsaði og tosaði ikki um annað. Tí hetta er ein slík søga, sum ikki átti at verið sonn - men sum tíanverri er tað.
Søgan er um Sture Bergvall og hansara ár sum størsti og farligasti drápsmaðurin Norðurlond nakrantíð hava upplivað.
Sture Bergvall, ella Thomas Quick, ið hann valdi at kalla seg, játtaði seg sekan í 39 morðum. Hann varð dømdur fyri átta av teimum.
Morðini, sum hann skuldi havt framt, vóru frá 1964, tá hann var 14 ára gamal, til hann varð fongslaður fyri eitt bankarán 1993.
Dan Josefsson, ið hevur skrivað bókina, hevur lisið journalir, politiavhoyringar, tosað við sálarfrøðingar og við sjálvan Sture Bergvall.
Tá Sture Bergvall byrjaði at tosa um morðini, var hann um at sleppa leysur úr fongslinum - ella heiminum fyri sálarsjúkar brotsmenn - Sæter í Svøríki. Uttan fyri hevði hann onki lív. Famijan hevði vent honum bakið, eftir at hann framt bankarán og onnur brotsverk.
Hann byrjaði at játta seg sekan til morð, ið ikki vóru uppkláraði, og tað var hansara háttur at verða verðandi innanfyri tryggu múrarnar í Sæter.
Saman við einari umfatandi misnýtslu av heilivági játtaði hann seg sekan til fleiri og fleiri morð. Sálarfrøðingarnir, ið tóku sær av honum, trúðu upp á hansara søgur, hóast at politiið ikki fann nakað prógv fyri morðunum.
Ein av teimum týdningarmestu persónunum í hesari søgu var psykoterapeutirn Margit Norell, ið var lærari og sálarhirði hjá fleiri av teimum, sum arbeiddu við Sture Bergvall. Hon trúði fult og fast upp á, at tað ber til at fortrongja ring minni, og síðani minnast tey aftur í psykoanalysu.
Tí var tað ikki løgið, helt hon, at Sture Bergvall mintist fleiri og fleiri morð - og øll trúðu upp á hennara teori - bæði sálarfrøðingar, advokatar og politiið.
Í 2002 gavst Sture Bergvall at játta seg sekan til morð. Hann gavst við heiliváginum og at hitta sálarfrøðingarnar á Sæter.
Øll árini, hann hevur verið dømdur fyri morð, hava spurnartekin verið sett við dómarnar, og fyri nøkrum árum síðani byrjaði journalisturin Hannes Råstam at grava í søguni. Hann kom fram til tað, ið nú er vorðið ein bók. Niðurstøðan er, at Sture Bergvall hevur logið alla tíðina um alt.
Sture hevur sjálvur greitt frá, at hann var ikki edrúur ein einasta dag millum 1993 og 2002, og tað var heilivágurin saman við teoriunum um at fortrongja minni, ið gjørdu hann til hópdrápsmann.
Nú er Sture Bergvall reinsaður frá øllum illgrunum, men enn er hann á Sæter.
Bókin "Mannen som slutade ljuga" er eitt satt meistaraverk um eina skandalu, ið er so stór, at hon er ófatandi at skilja.