Við sjey FMA-tilnevningum í kvøld, fýra sum tónleikari og tríggjar sum filmsleikstjóri, er Heiðrik á Heygum tann persónurin við flestu tilnevningum til FMA 2017.
Men hóast hann hevur flestar tilnevningar, so er hann ikki so upptikin at vinna í kvøld.
- Tað er stuttligt, at man hevur fingið viðurkenningina, at fólk hava lurtað og dámt tað, ið man hevur framleitt. Men eg hugsi ikki um at vinna. Tað er ikki mítt mál. Eg eri bara glaður fyri at hava fingið tilnevningarnar og at eg sleppi at spæla, sigur Heiðrikur á Heygum.
Sermerkt í kvøld er, at Heiðrikur á Heygum er filmsleikstjóri í trimum av teimum fimm videoløgunum, ið eru tilnevnd ársins videolag í 2017. Tað er uttan orsøk, tí sjálvur trýr hann, at videoløg kann verða vegurin út í heim hjá føroyskum tónleikarum.
- Nógv er hent innan føroyska videoløg bara tey síðstu fimm árini, tí fólk hava fingið betri kamera og kunnu klippa sjálvi. Eg vóni bara man kann geva íblástur til fleiri fólk at gera videoløg í Føroyum, tí við Youtube kann man fáa føroyskan tónleik út í verðina.
Heiðrikur er tilnevndur í hesum bólkum:
Ársins videolag:
Change of frame hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
Í tokuni hjá Eivør (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
Red hair hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik av Heygum)
Popp/rokk bólkinum:
Ársins sangari
Ársins útgáva fyri fløguna Funeral
Ársins sangur fyri sangin Change of Frame
Ársins bólkur/einstaklingur