Hugskotið birtist í einum flogfari

Alt hevur sín uppruna, og tað hevur Føroya Sjómannadagur í Klaksvík eisini. Hvør eigur hugskotið, og hvussu byrjaði alt hetta, sum nú er ein stórur familjudagur í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðan hevði undirritaði samrøðu við John William Joensen, ið hevur verið og framvegis er ein av monnunum aftan fyri Føroya Sjómannadag í Klaksvík. Í hesi samrøðu varð John William spurdur, hvør upprunin til hetta stóra tiltak er?

- Sum eg havi skilt, komu Niclas Heri Jákupsson og pápi mín, Olivur Joensen, at práta saman ein dagin, teir vóru á flogi saman. Tá komu teir at tosa um, at ymiskir býir og bygdir skipa fyri ávísum tiltøkum, sum onkusvegna hava tilknýti til staðið. Teir settu sær so spurningin, hvat Klaksvíkin hevur fram um – ella meira – enn aðrar bygdir og býir í Føroyum.

John William segði, at hesir báðir, sum eisini hava verið stuðlar undir tiltakinum, komu til ta niðurstøðu, at Klaksvíkin í fyrsta lagi er kend fyri útróður og línuveiði annars.

- Tað tók eini tvey ár, til hugskotið til Føroya Sjómannadag byrjaði at fáa skap, segði John William.

Vanligt er, at útróðrarmenn, sum hava egningarskúrar á bryggjuni, stákast við at vaska og mála skúrarnar, tá dagurin nærkast og sum skilst, eru útróðrarmenn, sum hava sína dagligu gongd á bryggjuni, sera glaðir fyri hendan dagin.

Føroya Sjómannadagur er ikki minst ætlaður útróðrarmonnum, fiskimonnum, sjófólki annars og familjum teirra, sum hava sjólívið tætt upp at sær.

- Fólk, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til vinnuna, eru sjálvsagt eisini vælkomin, tí dagurin er ætlaður at vera ein familjudagur burtur av – ein familjudagur fyri allar føroyingar, siga fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi.