Hvat er reiðmentan? Hvørji eru hesi fólkini, ið savnast um ross og hava henda felagsskapin, ið er tengdur at náttúru og eini hugmynd av fría lívinum?
Leygarkvøldið 23. mars hittust mong av hesum reiðfólkum í einum húsum við Marknagilsvegin. Havnarmaðurin Heðin Samuelsen fylti 65 tann 20. mars, og sendi eina skemtiliga og væl skrivaða innbjóðing til reiðfólk kring landið, at leygardagin vildi hann fegin hitta tey, og so var ein túrur á hestbaki á skránni, umframt annað, og treytin var, at Heðin hesaferð sjálvur setti kós.
Leygardagin stóðu 43 ross í túninum. Og so varð hol sett á dagin, har Heðin hevði gulu føraratroyggjuna.
Gjørt var greitt, at dagurin var ein dagur fyri reiðfólk, og einki við slipsum, gávum og øðrum stási.
Sum nakað serstakt høvdu børnini hjá Heðini til dagin syrgt fyri eini øl við serstøkum frámerki, har Heðin og abbabørn eru á.
Og Heðin sigur, at hann ynskti at uppliva ein av teim góðu, gomlu ríðitúrunum, við einum veti av villskapi, men hóast hetta sámuligur, saman við teimum, ið hann hevði havt tað gott saman við.
- Eg hevði valt eina leið eftir gomlu gøtunum, har vit ikki ríða longur. Seinni var góð veitsla, við nógvum góðum veitslurøðum og góðum sangi, greiðir Heðin frá.
Arvur
Fleiri av reiðmonnunum, ið eru komnir nakað til árs, vóru við, hóast teir meira ella minni eru givnir við at sita á hestbaki. Og eisini teir hava savnað reiðvinirnar til slíkar samkomur, tá rundir dagar hava verið á skránni. Nevnast kunnu her Aksel Hansen og Viljormur Tórsheim.
Men hvat goymir seg handan hesa hugmynd, sum fólk flest hava av reiðfólkunum, hvat er hetta fyri mentan?
Heðin dylir ikki, at hetta eru fólk, ið hámeta rástyrki, náttúru og samveruna við fólk og ross, men sum tó vilja vinalag, men við einum broddi, har kjak og tvídráttur ofta tekur seg upp, men í einum anda, har ilt ikki stendst av. Hetta eru fólk, ið hava eitt samanhald uppá gott og ilt og sum rætta hvør øðrum hjálpandi hond, og peningur er ongantíð við í myndini.
Heðin nevnir sum dømi, at húsið í Havnardali, Fjósið, helst er bíligasta hús í Havnini, tí tað bygdu menn sjálvir, eins og teir lótu tilfar.
- Sum eitt hjúnalag, vit liva saman uppá gott og ilt. Rossamenn eru bersøgnir og sera skemtiligir, og hata alt tað fína og uppstásaða, bert ektaðu vørurnar galda, sigur Heðin.
Men ross er jú ikki bert fyri menn, eisini ungar gentur droyma um at ogna sær hest. Og fleiri og fleiri kvinndur teljast millum reiðfólkini.
- Vit eru øll javnsett, eingin klassamunur. Og eg kann práta við ungar menn og kvinnur, tí vit hava hetta felags, sigur Heðin, ið eisini nevnir, at reiðfólkið kemur úr ymsum átrúnaðarligum ættum og at bæði teir, ið smakka sær á, og avhaldsmenn, teljast millum reiðfólkið.
Og tað tykist, sum er hesin skarin, sum ofta verður settur í bás, tí fólk flest hava eina hugmynd av teimum, ein marglittur skari, sum hevur funnið saman um rossini.
Og ofta eru tað familjur, har áhugin gongur í arv.
- Lützen, Mohr, Hansen og Í Horni, sum eg eri av. Tað er frá gamlari tíð, men sera nógv ungfólk hava hug til hetta ítriv, sigur Heðin og vit biðja hann greiða nærri frá.
- Abbi mín Dánjal í Horni var rossadrongur hjá konu svian Østrøm í 1890' árunum. Seinni ein av undangongumonnunum við stuttleikaríðing. Av børnum hansara vóru serliga Edvard, Alex, Magnhild, Albert, Carl og pápi mín Hannis í Horni kend ríðingarfólk, ið vunnu nógvar premiur í kappríðing, serliga frá 1921 - 1929. Pápi mín, sum nú er 95 ára gamal, vann t.d. 1. premiu í 1925, 1926, 1928 og 1929. Hetta, og at abbi átti ross, tá ið eg var smádrongur undir seinna veraldarbardaga, hevur uttan iva vakt ansin hjá mær fyri rossum. Áhugin er helst eisini gjøgnum tíðina styrktur av at lesa norrønu gudalæruna og um søguligar høvdingar, eitt nú um Aleksandur Mikla, Napolion, Olgar Danska og rossini í hesum søgum, sigur Heðin.
Frælsi og náttúra
- Longu sum ungur var ein drigin at natúruni. Lutvíst tí vit høvdu trøð, kúgv, seyð og gás. Lutvís gjøgnum skúla og skaldskap. Lutvíst við skótalívinum.
Náttúran er farin í blóð og heila og verður verandi har.
Tess eldri tú verður, tess meiri hevur tú brúk fyri natúruni.
Natúran er avstrongjandi. Tú reinskar likam, sinni og sál og savnar tær megi at virka betur og meiri lívsjáttandi í dagliga, ofta strongda, yrki tínum.
Tað veri seg um ein er til gongu ella á hestbaki ella um tú bara fert í hestastallin at sópa, fóðra ella hjúkla um rossini, sigur Heðin.
- Ríðing er ein spennandi háttur at mýkja vøddar. Onnur ganga regluliga til fimleik, svimja og vitja fitness-sentur o.a. Eg havi ríðingina, sum bæði mýkir likam og sál, og eg ríði, tá ið eg vil, tó mest frá jólum av og til summarið kemur og frá Ólavssøku til einaferð í oktober. Við rossunum fylgja skyldur, sum mýkja vøddar, t.d. at fara í hagan við teimum, at sópa, hoyggja o.a.
Og at tað skal vera so sera dýrt at hava ross, vísir Heðin aftur. Ein saðil heldur leingi, Heðin eigur tveir og hevur ikki átt fleiri, báðir eru góðir enn. Eitt ross kostar eini 25.000 krónur og kostar í alt eini 5000 krónur árliga at halda við fóðuri og øðrum. Rossið hevur ein í eini 15 ár.
- So hoyggjar ein sjálvur og hús, stall, byggir ein sjálvur. Býtur ein kostnaðin út á øll árini, so er tað ikki nógv, sigur Heðin, ið staðfestir, at hansara rossahús kostaði eini 20.000 krónur, og hann hevur havt hesa eingangsíløgu síðaini 1970.
- Hevði eg ikki havt ross, so hevði eg havt okkurt annað. Kanska bát. Og eg ferðist ikki nógv, ofta vil eg heldur sleppa at ríða, sigur Heðin
Samveran við rossini
- At fáast við ross er ein máti at skilja grundmekanismurnar í menniskjum eisini. Hóast vit vilja tað ella ikki, so eru vit rættiliga lík rossum likamliga og kensluliga. Vit eru bara nógv meiri fjølbroytt og siviliserað. T.d. hava ross brúk fyri at merkja, at ein er góður við tey, og løna tær aftur við at vera lýðin, álítandi og at kýta seg fyri tína skuld. Tað er so skjótt, at ungross byrja at skilja teg á rørslum tínum og serliga á røddini. Tey vita akkurát nær tú ert blíður ella ónøgdur ella um tú ætlar tær ein ríðingartúr, sjálvt áðrenn tú ert farin undir at fyrireika túrin. Tey hava ómetaliga gott skil á veðurvánunum. Vænta tey illveður, so fara tey av sær sjálvum inn í stallin. Vænta tey góðveður um náttina, himprast tey við at fara innar og gneggja at boða mær frá, at tað er einki gott hugskot at standa á bási í sovorðnum veðri, greiðir Heðin frá og minnir á søguna um kenda havnamannin, har teir javnan smakkaðu sær á, tá riðið varð, og so sovnaði hesin, men rossið líkasum skumpaði hann á pláss aftur, tí so stórur var kendskapurin teirra millum.
- Tey eru ómetaliga viðkvom yvirfyri rødd og rørslum, tá ið tú t.d. ynskir at broyta ferð og skifta gongulag og kós. Eitt skemtiligt fyribrigdi við rossum er, at tey eru eins og menniskjuni, tá umræður at hava ein leiðara. Um tú sleppur ross leys á sama øki, binda tey ikki frið, fyrr enn eitt av teimum hevur bitið og sparkað seg til at vera leiðaraross, greiðir Heðin frá.
Samveran manna millum
Fólkaslagið er serstakt. Tað viðgongur Heðin, men sum prátið gongur kemur eisini fram, at tað er nakað serstakt at hava ross, tí eins og at hava hund, so stingur ein felagsskapur seg upp, har virðing og samskifti hevur stóran týdning.
- Rossahald er eisini ættar- og arvagransking. Flestu reiðfólk kenna ættina hjá rossum sínum langt aftur í tíðina. Teir, sum eiga íslendska rossaslagið, og tað eru tey flestu, vita ótrúliga nógv um íslendskar rossaættir og við hesum um íslendsk viðurskifti yvirhøvur. Tað er ikki so sjáldan at konur og menn eru í Íslandi á vikureiðferð. Eg man hava verið har einar 7-8 ferðir og riðið saman við bestu vinum mínum um alt Ísland. Ættargransking er arvagransking. Tú leggur teg eftir at ala teir bestu eginleikarnar fram í rossunum. Tað veri seg viðvíkjandi bygnaði, útsjónd, rørslum og sinnalagi. Bein, hógvar, styrki og gongulag hava serligan týdning fyri ross í Føroyum. Men vit leggja eisini dent á lit, stødd, útsjónd og ikki at gloyma vilja og sinnalag. Og her ber eisini til at samanbera við fólk, sigur Heðin.
- Ríðingin er bæði einstaklingavirksemi og sosialt virksemi.
Tú venur rossini einsamallur við at vera um tey, venja tey í rossagarðinum og venja tey á stuttum túrum.
- Tá ið tey eru nóg búgvin fert tú við teimum millum onnur ross. Oftast ferðast vit í smáum bólkum. Við hvørt gera vit felagstúrar, ætlaðar ella tilvildarligar.
Tað er gaman at ríða saman. Vit práta um leyst og fast, tó mest um veður og natúruru, farleiðir, ross og hendingar á leiðini ella tíðindi. Men tað, sum eyðkennir reiðfólk og reiðmentan er søgurnar. Altíð óbegrípiliga skemtiligar og bersøgnar og oftast um ein av okkara egnu. Fyri onnur kunnu tær virka í so nærgangandi og óreinar. Men vit, sum eru von við tær og við hvørt offur, vita, at aftanfyri liggur tokki og virðing. Tað er bara soleiðis, at reiðfólk ikki kunnu torga tað uppgjørda, forlorna, skinfína, at onkur er meiri verdur enn ein annar, falslótir, at fólk gera seg upp ella taka synd í sær sjálvum, erkvisni og veikleikar. Men tey hámeta rástyrki, frummegi, the survival of the fittest, raskleikan, frælsi, at liva í løtuni, náttúrukreftirnar, kríatúrini, knæbóndalívið og at elska vilt og ofta. Tað sama verður oftani sagt um drykkjuskapin hjá reiðmonnum. Men tað er nú farið í søguna. Næstan. Tíbetur.
- Alt hetta kundi bent á, at vit eru primitivari enn fólk flest. Tað er neyvan veruleikin, men meiri ein serligur háttur hjá lívligum persónum, sum í gerandisdegnum eru bundnir av arbeiði og reglum um alt ímillum himmal og jørð, at avreagera uppá, greiðir Heðin frá.
Spenningur
- Saman við rossunum og vinfólkunum upplivir tú eisini spenningin, sum tú kanska saknar í gerandisegnum. At uppliva ferðina og renningarlagið og at yvirganga teg sjálvan í góðum samlagi við rossið í kapprenning á túrum ella undir skipaðari kappríðing, gevur "kikkið", sum tú ikki upplivir annars. Tað sama er at siga um ríðing í brattlendi ella har viðurskiftini eru vánalig og vandamikil.
- Vit hava tvey ríðingarfeløg í Havn. Føroya ríðingarfelag, sum skipar fyri kappríðing, felagstúrum, fjósabygging, veitslum o.ø. Og Føroyskt Íslandsrossafelag, sum umframt skipar fyri gongulagskappingu. Har havi eg verið dómari í mong ár. Vit eru nøkur, sum hava góðkent prógv at døma. Feløgini skipa eisini fyri filmskvøldum, fyrilestrum, skógvingar- og ríðingarskeiðum. Tey eru rættiliga virkin og hava gjørt bæði hesthús, felagshús og ríðingarvallir. Ætlanir eru um fleiri ríðingarhallir eisini, sigur Heðin.
Páskadagarnar hevur hann til at skráseta allar gávurnar, ið hann fekk til henda minniliga føðingardagin, har ítrivið setti dám á.
- Hjá mær er tað nú ikki ítriv, men ein lívsstílur. Og vit eru ikki bangnir fyri at siga, at vit eru rossamenn. Fólk halda kanska ymiskt, men eg haldi fólk halda, at vit hava tað gott, sigur Heðin.
Aðrir gevast so spakuliga, tá teir fara um tey 70 ? 75. Men hvussu við Heðini?
- Í Íslandi hitti eg mann, ið var 83 ár og reið hvønn dag, eisini einum, ið var 86. Men íslendingar eru nú serstakir, teir ið hava ross. Men eg haldi eg haldi á, til eg liggi, smálær ein væl nøgdur Heðin í Horni.
Tað er skilligt, at hann er nøgdur við stóra dagin og lívið sum rossamaður og at ferðirnar um dalar og fjøll enn í mong ár ætlandi verða lívsstílurin, vinskapurin og mentanin, ið gera lívið vert at liva. Og so er eingin orsøk at hugsa um at heingja hestaskógvarnar yvir gongsdyrnar, tá eydnan er at finna handan næstu sýnu, tá ein ferðast á hestbaki.