Varandi orka fer ikki einsamøll at loysa umhvørvistrupulleikarnar. Neyðugt verður eisini at tálma orkunýtsluna.

Hugvísindi eru neyðug fyri at basa umhvørviskreppuni

Tøknin einsamøll megnar ikki at loysa teir ovurstóru trupulleikarnar, ið stava frá veðurlagsbroytingum. Skulu vit loysa tílík álvarsmál, er neyðugt, at vit leggja nógv størri dent á hugvísindaliga og samfelagsvísindaliga gransking.  Tað sigur Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og Samfelagsdeildini.

Varandi orka fer ikki einsamøll at loysa umhvørvistrupulleikarnar. Neyðugt verður eisini at tálma orkunýtsluna.

Vísindavøka: Tað var upprunaliga áhugin fyri øðrum mentanum og ein kensla av órættvísi, ið fekk Ragnheiður Bogadóttir at velja fyrst fornfrøði og síðani antropologi  sum sína lestrarleið.

 

– Eg havi altíð havt áhuga fyri øðrum mentanum og verið forvitin eftir at vita, hví verðin er, sum hon er. Nú er tað serliga umhvørvið, ið hevur mín áhuga, men at byrja við var tað meira órættvísið millum menniskjur í heiminum. Jú meira eg setti meg inn í hesi viðurskifti, jú meira skilti eg, hvussu stóran leiklut umhvørvið hevur, tí býtið av tilfeinginum er avgerandi fyri livikorini hjá fólkabólkum, sigur hon.

 

Ragnheiður Bogadóttir hevði upprunaliga ikki ætlanir um at gerast granskari, men hon gjørdist skjótt tilvitað um, hvussu stóran týdning gransking hevur.

 

- Um vit ikki royna at skilja ymisk fyribrigdi, góðtaka vit bara tær fatanir, ið eru frammanundan, og tær valdsskipanir, ið tær byggja á, sigur hon.

 

Hugvísindi verða undirraðfest

 

Ragnheiður Bogadóttir er ein av limunum í nýggja Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, og hon ætlar at brúka sín sess til at royna at skapa størri rúmd fyri hugvísindaligari gransking.  

 

##med2##

 

- Í granskingarverðini valdar eitt sterkt hierarki, sum undirraðfestir hugvísindaliga gransking. Tað verða  nógvar ferðir fleiri pengar brúktir til náttúruvísindaliga gransking enn til hugvísindi.

 

- Tá tað verður sagt, at vit skulu brúka meira pening til gransking, so verður ofta fyrst og fremst hugsað um sokallaða nyttugransking. Vinnan vil hava gransking, ið til dømis kann skapa tøkni, sum kann spara ella vinna okkurt onkrastaðni, ella finna uppá okkurt nýtt, sum kann seljast. Vinnan er ikki áhugað í fólki, ið til dømis fáast við at greina valdsskipanir í samfelagnum, sigur hon.

 

Ein vanlig fatan er, at náttúruvísindi hava týdning fyri at skapa vælferð, og hugvísindi hava týdning fyri at verja  okkara mál og mentan.

 

- Hetta er ein alt ov einføld fatan. Tað er heilt víst ógvuliga týdningarmikið at granska okkara mál og søgu, tí tað ger eingin annar. Men vit hava sanniliga eisini brúk fyri hugvísindunum og samfelagsvísindunum innan menning og nýskapan.

 

- Náttúruvísindi kunnu siga okkum, hvussu okkurt kann gerast, men tey kunnu ikki siga okkum, um tað er rætt at gera. Hugvísindi og samfelagsvísindi geva okkum amboð at fáast við hesar meira grundleggjandi menniskjansligu spurningarnar.

 

- Teir umhvørvistrupulleikarnir, sum vit hava í løtuni, eru gott dømi um, at tað er ikki tí, at vit mangla náttúruvísindaliga vitan, at vit ikki fáa loyst teir. Náttúruvísindi kunnu siga okkum, hvussu støðan er, og hava givið okkum dyggilig prógv fyri, hvønn veg tað gongur. Orsøkirnar til, at vit kortini ikki fáa loyst trupulleikarnar, eru politiskar, mentanarligar og ideologiskar, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

 

Tøkni skapar trupulleikar

 

Ragnheiður Bogadóttir granskar serliga sambandið millum menniskjur og umhvørvið.

 

- Okkara umhvørvistrupulleikar koma av, at vit brúka ov nógv tilfeingi og ov nógva orku.  Tann gongdin, ið er nú, kann heilt einfalt ikki halda fram serliga leingi afturat. Tað ber reint náttúruvísindaliga ikki til. Ímynda vit okkum, at vit megna at halda fram við sama vøkstri í orkuframleiðslu, so kemur jørðin uppá kók um minni enn 400 ár.

 

Ragnheiður Bogadóttir heldur, at ætlanirnar hjá landinum og SEV um at útbyggja varandi orkuframleiðsluna  eru eitt stig á rættari leið.  

 

##med3##

 

- Men samstundis planleggja vit at útbyggja okkara orkuinfrakervi út frá tí logikkinum, at vit kunnu halda fram at økja orkuframleiðsluna og orkunýtsluna. Vit ætla okkum inn í eina øld við grønari orku, men vit hava ein svartan hugsunarhátt við okkum. Uttan mun til um orkan er svørt ella grøn, kunnu vit ikki halda fram við tí  vøkstrinum, vit hava nú, tí avleiðingarnar fyri náttúru og menniskju eru ov stórar.

 

- Fatanin at vit kunnu blíva við at framleiða meira orku fyri at fáa menning og nýskapan er ein utopi. Í  veruleikanum er tann náttúruvísindaliga avleiðingin av hesi utopiini nakað, sum kann samanberast við skerseldin, sigur hon.

 

Hugvísindalig amboð

 

Fleiri vænta, at tøknin fer at loysa trupulleikarnar við veðurlagsbroytingunum, men tað hendir ikki av sær sjálvum, heldur Ragnheiður Bogadóttir.

 

- Í okkara samfelagi hava vit eina øðiliga sterka trúgv uppá, at tøkni er snild, og at tøkni kann loysa okkara trupulleikar.  

 

- Paradoksið er, at vit hava meira náttúruvísindaliga vitan nú, enn vit nakrantíð hava havt, og samstundis verður umhvørviskreppan alsamt størri og meira álvarslig.

 

- Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvussu tað ber til, at tann risastóra tøkniliga menningin, um hon nú er so snild, ikki hevur loyst okkara umhvørvistrupulleikar fyri langari tíð síðani. Og vit eiga eisini at tora at seta spurnartekin við, um tøkniliga menningin í dag kanska heldur er ein partur av trupulleikanum enn ein partur av loysnini.    

 

 - Úr einum náttúruvísindaligum sjónarhorni er loysnin uppá veðurlagsbroytingarnar einføld. Vit skulu minka um útlátið av veðurlagsgassum og geva teimum lívssløgum, ið upptaka og binda CO2 á jørðini, meira rúmd. Vit hava longu neyðugu tøknina og hava tosað upp og niður um burðardygd í 30 ár, men kortini gera vit tað ikki. Tað eru bara kritisk hug- og samfelagsvísindi, ið kunnu hjálpa okkum at skilja, hví so er, og hvussu vit kunnu fremja neyðugu broytingarnar, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

 

Hon  heldur, at kjakið um gransking í ov stóran mun er merkt av, at summi øki, serliga tey náttúruvísindaligu, skulu raðfestast fram um onnur.

 

– Eg haldi, at vit eiga at vera sera varin við at stýra ov nógv og vera greið yvir, hvørji vísindalig sjónarhorn verða trokað burtur, og hvørji politisk og fíggjarlig motiv kunnu liggja aftanfyri.  

 

– Tað er neyðugt við einum samspæli millum náttúruvísindi og hugvísindi fyri at greina visjónir og ætlanir, áðrenn tær verða settar í verk. Halda vit fram við at hugsa um menning sum ein tøkniligan ella náttúruvísindaligan spurning, so fáa vit ikki loyst trupulleikarnar, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

 

##med4##

 

 

Ragnheiður Bogadóttir

 

Fødd 1979

 

Lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum

 

BSc í sosialari antropologi 2006

 

MSc í humanvistfrøði 2008

 

Ph.d. í humanvistfrøði frá Lund Universiteti 2016

 

Varandi orka fer ikki einsamøll at loysa umhvørvistrupulleikarnar. Neyðugt verður eisini at tálma orkunýtsluna.

Ragnheiður Bogadóttir vil brúka sín sess í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan til at tryggja, at hugvísindalig gransking fær meira rúmd í samfelagnum.