Hundabit ikki meldað

Mikudagin varð ein 4 ára gomul genta í Vági illa bitin í andliti av einum hundi. Løgreglan í Suðuroy upplýsir, at tilburðurin ikki er meldaður

 

Løgreglan í Suðuroy hevur onga fráboðan fingið um, at ein smágenta varð bitin av einum hundi. Um eingin fráboðan ella melding er komin, so ger løgreglan einki við málið. Løgreglan hevur tískil ikki avtikið hundin.

Vanliga mannagongdin er annars, at løgreglan skrivar sak um málið, og síðani skal fútin taka støðu til, um hundurin skal avtakast.

Lesið annars á blaðsíðu 4 um syndarliga tilburðin í Vági.