Í nátt hava fólk ringt til løgregluna, tí hundar hava órógva náttarfriðin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tveir hundar hava staðið uttanfyri eini hús í Klaksvík eina tíð og goyð um náttina, og nú hava grannarnir so ringt og klaga.
Hetta viðførdi, at løgreglan fór á gátt hjá hundaeigarunum, og heitti á tey um at hava hundarnar innandura um náttina, so at náttarfriðurin ikki verður órógvaður.
Vakthavandi sigur, at tey gera ikki meira við málið sum nú er.
Mynd: savnsmynd