Í samskifti við hundaeigararnar er nú funnið fram til økið oman fyri kommunuskrivstovuna á Strondum. Grasið er sligið tvær ferðir í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið.

Hundar hava nú fingið sítt spælipláss á Strondum

Hundar hava nú eisini fingið sítt spælipláss á Strondum, og í næstum verða borð og benkrir settir upp á økinum.

 

Í samskifti við hundaeigararnar er nú funnið fram til økið oman fyri kommunuskrivstovuna á Strondum. Grasið er sligið tvær ferðir í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið.

Oman fyri kommunuskrivstovuna á Strondum er eitt øki innihegnað, soleiðis at hundaeigarar kunnu sleppa sínum ferføttu vinum leysum til spæl og rørslu. Økið er stívliga 1.200 fermetrar til støddar. 

 

Fyri tíð síðan heittu hundaeigarar á Sjóvar kommunu um at finna eitt øki til endamálið.

 

- Í samskifti við hundaeigararnar er nú funnið fram til økið oman fyri kommunuskrivstovuna. Grasið er sligið tvær ferðir í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at borð og benkur verða sett upp á økinum í næstum, og tað er Jónhard Johansen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðnum við hundagarðinum.

 

- Avtalan og ætlanin er, at hundaeigarar sjálvir skuu halda økið í tøttum samstarvi við kommununa. Øll eru sjálvandi vælkomin at brúka økið, og vit vóna, at økið verður til stóra gleði hjá okkara borgarum.

 

Fyri at halda sátt og sóma, sum tikið verður til, hava tey í Sjóvar kommunu gjørt nakrar leiðreglur í samband við nýtslu av økinum, og hesar leiðreglur síggja á heimasíðuni - www.sjovar.fo

 

##med2##

 

 

 

Í samskifti við hundaeigararnar er nú funnið fram til økið oman fyri kommunuskrivstovuna á Strondum. Grasið er sligið tvær ferðir í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið.

Her kunnu hundaeigarar sleppa sínum ferføttu vinum leysum til spæl og rørslu.