Hundraðtals rúsfríur ungdómar í miðbýnum

Hundraðtals ungdómar leitaðu sær í konsert í miðbýnum í Havn leygarkvøldið, tá ið rúsfría tiltakið Náttin er Ung var á skránni. Sum partur av einari røð av rúsfríum tiltøkum, var konsert í miðbýnum í Havn leygarkvøldið. Talan er um tiltakið Náttin er Ung, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og er hetta næsta tiltakið í ár.

 

Fyrireikarar siga, at eftir ætlan skal tiltakið verða afturvendandi og haldast 6. hvørja viku.

 

Hóast tiltakið leygarkvøldið var tað næsta í røðini, so var hetta fyrstu ferð, at tiltakið var hildið í miðbýnum í Havn, og var tað ávikavist á Tjóðpallinum, í Margarinfabrikkini og í einum tjaldi uttanfyri Margarinfabrikkina.

 

Fyrireikarar siga, at hetta var ómetaliga væl eydnað, og at nógvu møguleikarnir gjørdu, at stemningurin altíð var góður, uttan mun til hvørjum høli ein ferðaðist í.

 

Um tað vóru hølisviðurskiftini ella onnur viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi er óvist, men í øllum førum meta fyrireikarar, at tiltakið í miðbýnum var tað besta Náttin er Ung tiltakið, ið hevur verið.

 

Eisini siga tey, at áhoyrararnir skikkaðu sær so væl, at eingi av starvsfólkunum høvdu tørv á at verða til staðar. Rúsfría konseptið riggar eftir øllum at døma væl, og framtíðarvónirnar fyri hesum tiltakið eru góðar. Um smáar seks vikur verður Náttin er Ung aftur á skránni, og verður miðbýurin í Havn aftur tá karmur um ungdómstiltakið.