Hundurin doyði

Í gjár doyði tann lítli hundurin, sum fyri tveimum vikum síðan varð bitin av einum rotteilarahundi í Vestmanna.

Hann doyði av løstunum, hann fekk av bitunum.

- Hann var vist farin illa bæði uttan og innan, sigur Anna Elisa Johannesen, sum átti hundin.

Hon syrgir yvir sín lítla hálvt triðja ára gamla Cavalier King Charles Spaniel, sum var sera góður í sær og altíð gekk í bandi. Hundurin var líkur tí á myndini.

- Tað er nógv fyri, at tað ikki skal bera til at ganga túr í bygdini við einum hundi í bandi, sigur Anna Elisa Johannesen, sum torir at siga vegna alt bygdarfólkið, at tey eru bangin.

Politiið hevur enn ikki tikið støðu til, um hundurin, sum beit, skal avsigast.