Framdu eitt av aldarinnar brøgdum - FØROYAR ERU Í U21 HM-FJÓRÐINGSFINALUNI

Føroyar vunnu 28-27 (16-17) á Fraklandi

Mynd: IHF

Føroyar vunnu 28-27 á Fraklandi í U21 HM-millumbólki 3 í Katowice í Póllandi, og eru saman við Danmark víðari til HM-fjórðingsfinalurnar. 

 

Føroyar vóru aftanfyri við bæði trimum og fýra málum í seinna hálvleiki, men stríddu seg hvørja ferð uppaftur á javnt. Seinastu løtuna vístu okkara menn eisini framúr verjuspæl. Fraklendingar vóru týðiliga skelkaðir og frustreraðir. Aleksandar Lacok hevði eisini nakrar rimmar bjargingar, serliga í seinna hálvleiki. 

 

Í steðginum var Frakland á odda 17-16. Frakland var eitt skiftið frammanfyri við fýra málum í fyrra hálvleiki, men eisini tá stríddu Føroyar seg upp á javnt, og komu enntá framum við einum máli.

 

Frakland og Danmark eru bestu tjóðirnar í manshondbólti í hesari øldini, so føroyska U21-landsliðið hevur við ótrúliga flotta sigrinum í dag framt eitt av aldarinnar ítróttarbrøgdum.

 

Føroyar skoraðu upp á 28 av 44 málroyndum, meðan Frakland skoraði upp á 27 av 39 málroyndum. 

 

Óli Mittún sum skoraði níggju mál, og legði upp til fleiri onnur mál var væl uppiborið valdur til dagsins leikara. Óli hevur higartil skotið 44 mál í fýra dystum. 

 

Danmark og Føroyar hava fýra stig hvør í HM-millumbólki 3. Frakland og Rumenia hava einki stig. Okkara menn spæla ein "ókeypis" dyst og bólkafinalu móti Danmark í morgin klokkan 15.15. 

 

Føroyar eru millum átta tær bestu hondbóltstjóðirnar í heiminum. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 9/14, Ísak Vedelsbøl 4/5, Niklas Gaard 4/7, Høgni Heinason 3/4, Rókur Ziskason 3/6, Sofus í Selvindi Nattestad 1/1, Tóki Fríðriksson 1/1, Búi Poulsen 1/2, Trúgvi Hávardsson 1/2, Høgni Højsted 1/2. 

 

Aleksandar Lacok bjargaði 30 prosent av málroyndunum. 

 

 

 

Mynd: IHF