Hurðin er á gloppi

Jóan Símun var á vøllinum í eitt stórt korter, tá ið OB í kvøld tapti í Farum

Síðani vetrarsteðgin hevur tað ikki verið pláss á OB liðnum fyri Jóan Símuni Edmundsson, sum er á veg úr felagnum og eftir øllum at døma flytur í annað felag í seinasta lagið um eitt hálvt ár.

 

At fleiri liðfelagar vóru skaddir bar í kvøld við sær, at Jóan Símun var á beinkinum, tá ið OB vitjaði FCN, sum eigur heimavøll í Farum.

 

OB tapti 2-1. Í fyrra hálvleiki var uppspælið fleiri ferðir lítið sannførandi, og tað gjørdi heimaliðið sær dælt av við at skora tvey mál.

Eftir steðgin vísti OB væl betri hugburð. Tað bar við sær, at munurin minkaði til 2-1, og tað var hann, tá ið Jóan Símun Edmundsson eitt stórt korter undan leikloki varð skiftur inn á OB liðið. Lítla løtu seinni var føroyski landsliðsspælarin tætt við, men bólturin varð blokeraður, tá ið Jóan Símun royndi seg úr spískum.

Dómarin legði fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Tá var talan um mest sum støðugt OB álop, men tað eydnaðist ikki at vinna útjavnandi málið.

Næsti dysturin hjá OB verður annan sunnudag í Parkini ímóti FCK.