Hurð til hurð

- Vit hava stórar visiónir fyri Smyril Blue Water, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping


 - Vit hava arbeitt saman við Smyril Line í fleiri ár viðvíkjandi flutningi. Vit leggja dent á fraktpartin, soleiðis at vit fáa samskipað flutningin millum Føroyar, Ísland, og Danmark. Tað vil siga, at vit bert fáast við fraktina ? vit lata Smyril Line um passagerflutningin, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping, í sambandi við at hansara felag og Smyril Line hava víðkað um flutningssamstarvið.
Smyril Line og Blue Water Shipping stovnaðu í seinastu viku eitt nýtt felag. Tað eitur Smyril Blue Water og skal standa fyri flutningi í Norðuratlantshavi.
 
Teir skjótastu
 - Vit bjóða okkara kundum hurð til hurð levering frá Norðuratlantshavinum og til Danmarkar og síðani til alt Evropa. Hetta bjóða vit við støði í Norrønu, og vit eru einasta felagið, sum kann bjóða eitt slíkt ferjusamband. Harvið eru vit eisini teir skjótastu til at flyta farm, sigur Kurt Skov.
 - Vit hava stórar visiónir kring hetta nýggja samstarvið við Smyril Line. Vit hava í fleiri ár samstarvað við Smyril Line um flutning millum Føroyar, og vit hava stóran áhuga fyri hesum. Og vit vænta at koma at arbeiða við hesum í nógv nógv ár afturat, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping.