Hurð til hurð við børnum

Fólk, sum varða av børnum og vaksnum, sum bera brek ella hava serligan tørv, renna seg ofta í múrar og opna eina hurð fyri og aðra eftir. Hetta hoyra vit javnan, og tað ljóðar ikki til, at trupulleikarnir verða loystir – heldur ikki um fleiri pengar verða givnir til økið.

 

Pengar eru nemliga ikki altíð loysnin. Vit noyðast alla tíðina at gera broytingar og reformar innan almannaverkið og barnaverndarøkið.

 

Er tað so, at børn ikki sleppa til umlætting, ella ikki fáa hjálp, tí skipanirnar ímillum land og kommunur ikki tosa saman, so hevur éin at skera ígjøgnum, og tað er landsstýrismaðurin í Almannamálum.

 

Eg veit ikki, um verandi ella undanfarin landsstýrisfólk hava verið vitandi um, at tað er mangul uppá reformarella uppá flyting av málsøkjum, sum viðhvørt er avbjóðingin. Men so mugu myndugleikar og leiðslur, sum varða av økinum kunna landsstýrismannin um avbjóðingina; og um at tað er ikki pengar tit koma eftir men eini umstrukturering.

 

Tað kann ikki passa, at børn verða flutt frá fosturforeldrum, sum tey eru knýtt at, og sum tey hava verið hjá í fleiri ár, verða koyrd á stovn, sum er ein verri loysn fyri barnið – OG umleið 5 ferðir dýrari – bara í fyrstu syftu – pluss verri vælveru, minni tryggleika, meðan barnið veksur seg til.

 

Og tað kann ikki passa, at foreldur, sum hava børn við avbjóðingum, og sum hava rætt til hjálp, ikki fáa hjálpina, tí skipanirnar ikki tosa saman.

 

Hesi, sum eisini eru millum tey, sum rinda sín skatt og mvg til land og kommunur við tí lyfti, at tey afturfyri fáa eitt almannaverk og heilsuverk, sum er har fyri tey, tá ið tey hava brúk fyri tí.

Slíkar søgur mugu skjótt verða søga!